2023-02-22 10:26
Nú eftirspurningurin úr Kina tekur seg uppaftur, verður kappingin um at fáa atgongd til LNG, sum er flótandi gass, harðari við vanda fyri gasstroti. Hetta segði Birol við Reuters í sambandi við trygdarráðstevnuna í München herfyri.
Birol segði, at tað varð meira lukka og hepni, at Evropa hevði nóg mikið av gassi henda veturin, nú veðrið hevur verið so lýtt.
Orkustjórin rósti eisini ES fyri at hava tikið neyðug og røtt stig til at koma ígjøgnum orkukreppuna, eitt nú við at byggja nýggjar LNG terminalar í Týsklandi.
Nú er so stóri spurningurin, hvat kann henda komandi vetur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald