Í døgunum 23. – 24. mai verða Føroyar karmur um altjóða ráðstevnuna ‘International Hybrid Power Plants and Systems’, sum týska fyritøkan Energynautics skipar fyri.
Ráðstevnan, sum verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Havn, snýr seg um avbyrgd elnet, bæði geografiskt og elektriskt, og á skránni verða nógvar framløgur.
Serkøn í elnetum í indonesiskum, fronskum, bretskum, amerikanskum og donskum oyggjum fara at leggja fram, og møguleiki verður at hoyra um ymsar tøknir og stýringar.
Í høvuðsheitum fara framløgurnar at snúgva seg um royndirnar, mann hevur í ymsu elskipanum, støðufesti, brint, modellering, goymslu og design av skipanum og tøknum. Grøna kósin í Føroyum fer sjálvsagt eisini at fylla ein part av skránni.
Umframt umboð frá SEV og Umhvørvisstovuni, fara ph.d. lesandi úr Týsklandi og frá Fróðskaparsetrinum, ið granska í føroysku elskipanini, at leggja fram um Føroyar.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum setir ráðstevnuna.
Føroyskir stuðlar eru SEV, Effo og Umhvørvisstovan.
SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald