Uttanlands

Trump: Russland sleppur at útflyta diesel

Revsitiltøkini hjá USA móti Russlandi verða linkað komandi hálva árið, so meira disel sleppur inn á amerikanska marknaðin.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-10 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA og Russland hava gjørt avtalu um, at Russland alt fyri eitt fer at veita 300.000 tons av diesel til amerikanska og altjóða marknaðin, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Í dagføring á Truth Social sigur Trump, at hann hevur tosað í telefon við russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin, og at talan var um eina væleydnaða samrøðu.

Umframt tey 300.000 tonsini verða 500.000 tons útflutt í november, og hareftir ein millión afturat.

Amerikanska fíggjarmálaráðið hevur fyribils linkað revsitiltøkini móti Russlandi, sum vórðu sett í gildi orsakað av krígnum í Ukraina. Hetta merkir, at Russland kann selja diesel á altjóða marknaðinum. Hetta verður galdandi fram til 7. apríl 2027.

Putin sigur, at Russland er til reiðar at veita amerikanska og altjóða marknaðinum olju, og fer hetta at gagna altjóða búskapinum sum heild.

Bensin- og deiselprísirnir eru hækkaðir munandi um alt USA. Hetta hevur rakt bæði vanliga brúkaran og vinnulívið, og tað hevur elvt til prísvøkstur, av tí at vøruflutningurin er blivin dýrari.

Eftir at USA og Ísrael lupu á Iran 28. februar er prísurin á diesel hækkaður umleið 80 prosent, skrivar Ritzau. Orsøkin er, at Iran hevur svarað aftur við at steingja Hormuzsundið, sum umleið 20 prosent av heimsins olju- og gassútflutningi verður fluttur ígjøgnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder