Fríggjadagin samtykti amerikanska Umboðsmannatingið uppskotið til eina umfevnandi veðurlags- og orkulóg, sum eisini fevnir um heilsu- og skattaøkið. Frammanundan hevði Senatið við minst møguliga meiriluta samtykt uppskotið frá demokratiska flokkinum við 51 atkvøðum ímóti 50. Atkvøðan hjá varaforsetanum var tungan á vágskálini, nú tað stóð á jøvnum í Senatinum. Talan er um størstu veðurlags- og orkulóggávuna nakrantíð í amerikanskari søgu, sum m.a. hevur til endamál at skunda undir grøna orkuskiftið í USA, sum er tað landið í heiminum, sum stendur fyri tí størsta útlátinum av CO2.
Pelosi, forkvinna í Umboðsmannatinginum, eftir at demokratiskur lógarpakki um veðurlag, orku, heilsu og skatt er samtykt.
USA valdi undir táverandi forsetanum Obama at taka undir við París-avtaluni um at tryggja eitt 1,5 stig hitamark, men tá Donald Trump tók við í 2016, tók hann av avgerðina. Síðani hevur Joe Biden arbeitt fyri at venda gongdini og við seinasta lógarpakkanum í Kongressini hevur hann vent gongdini, hóast hann ikki hevur fingið alt tað við í lógina, sum hann ynskti.
Nú Umboðsmannatingið hevur samtykt lógarpakkan, fer málið víðari til forsetan, sum skal undirskriva avtaluna, ið verður mett at vera eitt risafest á leiðini at minka um negativu avleiðingarnar av m.a. CO 2 útláti.
Lógarpakkin, sum er samtyktur verður nevndur “The Inflation Reduction Act”, sum fyrst og fremst hevur til endamál at minka um inflatiónina, ið hevur sett met og er við at seta kílar í amerikanska búskapin. Við lógini, sum m.a. fevnir um 369 mia. dollarar til veðurlagsbroytingar og reinari grøna orku, skal USA leggja seg á odda í royndunum at forða útlátinum. USA hevur sett sær sum mál at minka um útlátið við 40% í 2030. Hetta er tó væl minni, enn Joe Biden ætlaði upprunaliga. Men fyri at fáa lógina samtykta varð neyðugt at ganga krøvum hjá tveimum demokratiskum kongresslimum á møti. Hesir ynsktu at avmarka íløgurnar í grøna orkuskiftið og tryggja, at olju- og gassvinnan eisini kundu vera partur av orkumixinum tvs. at hesar vinnur kunnu gerast partur av grøna orkuskiftinum.
Altjóða miðlar gera nógv burtur úr seinastu lóggávuni í USA, sum kann fáa ávirkan á onnur lond eisini. Sí leinkjur til BBC og Washinton Post niðanfyri.
Nýggja lóggávan snýr seg í stóran mun um at gera tað lættari og bíligari at gera íløgur í grønar orkuloysnir sum so vind og sól eins og í elbilar og jarðhita. Nógvar av milliardunum skulu brúkast til menning av hesum orkukeldunum og til at gera tað lættari hjá amerikanarum at útvega sær grønar loysnir.
Til tess at fáa lógina ígjøgnum hava atlit verið tikin til amerikonsku olju- og gassvinnuna, sum sjálv metir seg at vera ein partur av loysnini og ikki trupulleikin. Tað vísir seg, at olju- og gassvinnan í fleiri førum gongur á odda at fremja grønar loysnir, og tí er týdningarmikið at olju- og gassfeløg arbeiða tætt saman við teimum, sum ynskja grønar loysnir.
Sí niðanfyri leinkjur til orkukjakið. Sending í BBC, har nýggja lógin eins og grøna orkuskiftið sum heild verður umrøtt eins og grein í Washington Post um seinastu hendingarnar á økinum.
https://www.bbc.co.uk/sounds/play/w3ct33p8
https://www.washingtonpost.com/us-policy/2022/08/12/inflation-reduction-act-house-vote/?utm_source=alert&utm_medium=email&utm_campaign=wp_news_alert_revere&location=alert
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald