Innanlands

Vakstrarhúsgass – ójøvn gongd innan ymiskar bólkar

Umhvørvisstovan ger á hvørjum ári uppgerð yvir útlátið av vakstrarhúsgassi. Í nýggjari frágreiðing verður tikið saman um uppgerðina fyri tíðarskeiðið 1990-2025.

2026-05-19 19:40 Author image
Jan Müller

Hóast tað samlaða útlátið ikki er broytt stórvegis frá 2024 til 2025, eru nógvar broytingar í einstøku bólkunum. Eins og ofta áður ávirka útlendsku fiskiskipini heildarmyndina. Um útlát frá útlendskum fiskiskipum ikki verða tald við, er hækkingin í samlaða útlátinum 4,8 %, sum svarar til eini 45.800 tons av CO2 eindum. 

Mynd: Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2025, í tons av CO2eindum. 

Uppgerðin undan hesari vísti, at í 2024 í mun til 2023 minkaði nýtslan av olju, og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi hjá øllum brúkarum. Henda jaliga gongdin helt tó ikki inn í 2025. Útlátið er økt í fleiri bólkum, meðan tað í øðrum er minkað. Hyggja vit nærri, eru størstu broytingarnar millum 2024 og 2025 hesar: 

Útlátið økt: Útlátið minkað: 
Elframleiðsla22 %Útlendsk fiskiskip– 28 %
Føroysk fiskiskip13 % Húsarhald– 15 %
Ídnaður  6 %Handlar og stovnar– 11 %
Akfør  5 %Nýtsla av F-gassi o.ø.– 6 %
Onnur skip  6 %

Myndin niðanfyri vísir gongdina í ymiskum útlátsbólkum, sum brenna olju (og burturkast), árini 1990-2025. Sum nevnt er ymisk hvussu gongdin hevur verið hjá ymiskum brúkarum av olju. 

Mynd: Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkum, sum brenna olju, tíðarskeiðið 1990-2025. Útlendsk fiskiskip eru íroknað. 

Gev her gætur, at uppgerðin er gjørd sambært altjóða vegleiðingini hjá Millumtjóða veðurlagsráðnum IPCC, sum byggir á territoriala princippið, t.v.s. at uppgerðin einans fevnir um bunkringar í Føroyum. T.e. at olja, sum útlendsk fiskiskip keypa í Føroyum, telur við, meðan olja, sum føroysk fiskiskip keypa uttanlands, ikki telur við.

Vil man vita nærri um  útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum, um keldurnar, um gongdina og um orsøkir til at útlátið antin hækkar ella lækkar, er eitt gott mið at taka niður  nýggjastu Frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassi 1990-2025

Í Vitanargrunninum finnast høvuðstølini frá uppgerðini: Útlát av vakstrarhúsgassi – Umhvorvisstovan


Kelda: Umhvørvisstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald