15. desember 2025 byrjaði evropeiska royndarverkætlanin DecarbFaroe, ið hevur sum endamál at kanna, um tað letur seg gera at brúka føroyska basaltið til trygga og varandi goymsla av CO₂. Eydnast verkætlanin, kann hon gerast vegvísari til, hvussu føroyska basaltið kann gerast ein umráðandi viðspælari til at gera smáar og bíligar CO₂-goymslur og á tann hátt ein týðandi liður í einari globalari loysn skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu. 

[object Object]

Tað, sum fer at henda, er, at CO₂ upployst í vatni – brúsuvatn – verður pumpað niður í basaltløgini í undirgrundini, har CO₂ síðani reagerar við grótið og gerst um til føst mineral – tað vit vanliga kenna sum tinnur.

Verkætlanin sameinir vinnu, granskingarumhvørvi og almennar partar, har øll lyfta í felag fyri at vísa á eina tekniskt møguliga, búskaparligt haldgóða og sosialt viðurkenda loysn til varandi goymslu av CO₂.

[object Object]

Í mai í fjør var fyrsta undanroyndarboringin framd á Førka. Boringin er 520 metrar djúp, og millum annað eru trýstroyndir gjørdar í henni. Hesar royndir vístu jalig úrslit í teimum førum, tá ið einans var sprænt inn í grótið við vatni.

Í sambandi við verkstovuna hava granskarar frá Marum Center for Marine Environmental Sciences frá Universitetinum í Bremen umframt granskarar frá Universitetinum í Køln verið í Føroyum fyri at gera mátingar kring Føroyar og serliga kring Førka. DecarbFaroe-royndarverkætlanin hevur egna heimasíðu, har meira kann lesast: www.decarbfaroe.fo.

Mikukvøldið 20. mai kl. 19 verður almennur fundur í Finsen í Tórshavn, har greitt verður nærri frá verkætlanini, og har verður eisini høvi at seta spurningar og kjakast um evnið CO2-goymsla.

[object Object]