Fyri amerikanska forsetan hevur kríggið millum Hamas og Ísrael størri raðfesting í løtuni enn grøna orkuskiftið, tó at tað fyllur nógv í stjórnini hjá Joe Biden. Hetta skrivar New York Times.
Serliga er tað spurningurin um at fáa gíslarnar leysgivnar, sum fyllur nógv av arbeiðstíðini hjá forsetanum, harí nógvir amerikanskir borgarar eisini eru.
Serstaki veðurlagsráðgevin hjá forsetanum, John Kerry sigur við blaðið, at forsetin hevur úr at gera, nú hann vil gera alt hann er mentur fyri at steðga tveimum kríggjum, í Ísrael og í Ukraina.
John Kerry og hansara mongu starvsfólk vera tó í Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum. Tað verður stjórin í almenna oljufelagnum í UAE, sum fer at seta stóru grønu ráðstevnuna, tá COP28 fer av bakkastokki hósdagin.
Úr øllum heimsins londum koma umboð og nógvir statsleiðarar til miðeysturlandið at finna nýggjar loysnir til tess at steðga veðurlagsbroytingunum. Eisini umboð úr Føroyum verða við á ráðstevnuni.
Millum luttakararnar er bretski kongurin Charles, sum fer at halda upplatingarrøðuna á Cop28.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald