Ane Mærsk er tað fyrsta av 18 stórum konteynaraskipum, sum danska reiðaríið hevur bílagt í Kina og sum hevur møguleikan at brúka bæði diesel og grønt metanol sum drívmegi. Tó er enn óvist, hvat slag av brennievni skipið fer at brúka restina av árinum.
Skipið er 350 metrar langt og er 53,5 metrar breitt. Tað siglir við 21 míla ferð og kann hýsa konteynarum við tilsamans 16.592 TEU skrivar Søført.
Skipið er annað skipið í Mærsk flotanum, sum hevur maskinu, ið gevur møguleika fyri at bunkra við metanol. Fyrsta skipið var eitt minni konteynaraskip, ið varð latið reiðaríinum í fjør. Tað siglir millum havnir í Evropa. Tey 18 nýggju skipini eru øll av tí stóra slagnum, ið kemur at røkja rutuna millum Evropa og Asia. Tey verða latin Mærsk í 2024 og 2025.
Keldur: Søfart og Mærsk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald