Anja Rein er sett sum stjóri í Demich.
Hon er 49 ár, bankalærd og hevur akademiútbúgving í leiðslu. Seinastu 25 árini hevur hon starvast í Bank Nordik, har hon hevur røkt fleiri leiðslustørv, millum annað sum leiðari á vinnudeildini, verkætlanarleiðari og starvsfólkaumboð í nevndini. Hon situr eisini í starvsnevndini hjá Fótbóltsambandi Føroya.
- Demich hevur sum fremsti heildarveitarin av grønum hitaloysnum verið ein virkin partur av orkuskiftinum í Føroyum seinastu árini. Hetta er ein spennandi fyritøka við bestu førleikum og drúgvum royndum, og eftirspurningurin eftir grønum orkuloysnum veksur eisini skjótt. Nú vilja vit sum fyritøka seta enn meira ferð á orkuskiftið og flyta Føroyar frá svartari orku til grøna orku, sigur hon.
Magn eigur allan partapeningin í gomlu familjufyritøkuni Demich. Tað var fyri at vera virkin viðspælari á grønu slóðini, at Magn keypti 70 prosent av partabrøvunum í Demich í 2018. Hini 30 prosentini keypti Magn í fjør.
Gomlu eigararnir fara framvegis at hava virknan leiklut í fyritøkuni. Bjarne Hansen hevur eftir egnum ynski sagt stjórastarvið frá sær, og hann fer frameftir at stýra HVS-tænastuni. Atli Dávur Nattestad fer at hava ábyrgdina av hitapumpuloysnunum, Hákun Hansen verður framhaldandi ein partur av toyminum, og Torbjørn Hansen, sum hevur verið rakstrarstjóri, hevur tikið sæti í nevndini.
57 ársverk eru hjá Demich, har høvuðsvirksemið er søla, framleiðsla og handverk innan HVS, blikksmíð og grønum orkuloysnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald