Uttanlands

Norski oljugrunnurin mist 32 mia. kr. vegna Nvidia

Háaktuella tøknifyritøkan Nvidia hevur leingi verið størsti kundin hjá norska oljugrunninum. .

2026-11-15 15:30 Author image
Jan Müller

Virðið á grunninum fall við 32 mia. norskum kr. eftir nýggjastu tíðindini um, at fyritøkan eftir øllum at døma hevur latið loyniligar upplýsingar til Kina og eftir, at stjórin brádliga er farin frá.

Partabrøvini hjá oljugrunninum í Nvidia vóru verd  512 mia. kr. mikudagin. Hóast umstríddu støðuna hjá tøknifyritøkuni, segði stjórin í oljugrunninum Nicolai Tangen í vikuni, at Nvidia framhaldandi er ein ótrúlig fyritøka. 

Versnandi støðan hjá fyritøkuni kemst fyrst og fremst av søgunum um, at stjórin Jensen Huang hevur havt tætt samband við kinverska kvinnu, sum verður mett at vera kinverskur spiónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald