Verða kolvetni í lønandi nøgdum funnin í føroysku undirgrundini komandi árini og tørvur verður á eini framleiðslustøð her, tá verður ein sylindaraformaður pallur av “Sevan Marine” slagnum møguliga framleiðsluloysnin. Tvs. ein pallur, sum er gjørdur til at tola ringt veður og annars egnar seg væl á stórum dýpi.
Hetta er í hvussu er tann loysnin, sum teir serkønu hjá oljufelagnum Siccar Point Energy, sum í summar helst fara at geva grønt ljós til eina útbygging av oljukelduni Cambo, halda er best egnað til framleiðslu á djúpum vatni beint eystan fyri markið, har dýpið er meira enn 1000 metrar. Til samanberingar valdi italska oljufelagið ENI júst ein sylindaraformaðan pall til tóa nýggja oljufeltið Goliat í Barentshavinum.
At ein pallur av hesum slagnum kann koma uppá tal, tá og um olja verður funnin um okkara leiðir, er tí ikki óhugsandi. Tað er nevniliga í sama umhvørvi, skilur oljan.fo, at útlendsk oljufeløg halda bestu møguleikar eru at finna føroysku oljuna og gassið í næstu framtíð. Ein onnur “føroysk” loysn kann vera - fyri at sleppa undan stóru íløguni í ein pall - at leiða oljuna og gassið til ein pall í bretska grannalagnum.
Nú um dagarnar skrivaði heimsins størsta oljublað, Upstream, at ein spildurnýggj oljuútbygging á markinum millum Føroyar og Hetland, er í umbúnað. Talan er um Cambo-kelduna, sum er bert fáar kilometrar frá markinum. Blaðið skrivaði eisini, at fyristøðufelagið á Cambo, Siccar Point Energy, í næstum fer at “farma” út, tvs. selja út ein part av sínum ognarluti í kelduni fyri á tann hátt bæði at spjaða váðan og at skapa eitt betri grundarlag at standa á, tó skal viðmerkjast, at oljurisin Shell eisini er partur av kelduni.
Sylindaraformaði pallurin hjá ENI á Goliat feltinum í Barentshavinum er ikki sørt líkur tí pallinum, sum helst verður at síggja eystan fyri Føroyar um nøkur ár.
Nú skrivar enn ein av mest týðandi orkumiðlunum í Bretlandi, Energy Voice, at talan er bara um tíð, til endaligt grønt ljós verður givið til útbyggingina av Cambo, sum goymir upp til knappa milliard tunnur av olju og gassi.
Ætlanin var at góðkenna útbyggingina í fjør, men so kom korona og setti fót fyri ætlanini, sum nú aftur er á skránni. Tað var annars í 2019, at fyritøkan, Sembcorp Marine í Singapore fekk uppgávuna at gera uppskot til eina framleiðsluloysn, og tað arbeiðið fekk so eitt dótturfelag, Sevan Marin í Norra. Á tekniborði tess er nú ein sonevndur sylindaraformaður FPSO, tvs. ein rundur framleiðslu- og goymslupallur, sum er vælegnaður til leiðir við djúpum vatni og ringum veðri.
Sylindaraformaður framleiðslupallur er mettur at klára seg best í harðbalnum sjóøki og á djúpum vatni
“Back on track”
Frank Hopen, leiðari av søludeildini hjá Sevan í Norra sigur við Energy Voice, at tey nú arbeiða miðvíst aftur við verkætlanini, nú steðgur kom í orsakað av korona. Hann sigur, at “We are now back on track”, tvs. at tey nú aftur eru á rættari kós til endaligu góðkenningina av útbyggingini seint í summar.
Hann vísir eisini á, at við at velja hesa framleiðsluloysnina í tí harðbalna Atlantsmótinum kunnu sparast stórar upphæddir, tí teir sleppa undan nógvum útbúnaði á havbotninum.
Cambo liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum
Tað eru nærum 20 ár síðani, at Cambo keldan varð funnin. Fram til 2012 vóru fýra avmarkingar- og metingarbrunnar boraðir og vístu teir, at ein útbygging fór at vera lønandi. Aftur í 2018 var ein nýggjur avmarkingarbrunnur boraður, og hann vísti tað sama fyri ikki at siga eitt uppaftur betri úrslit.
Tí hevur stjórin í Siccar Point Energy, Jonathan Roger, stórar vónir til útbyggingina av Cambo og segði herfyri m.a.: “Cambo remains an extremely attractive development with compelling economics”.
So mikið væleydnað varð nýggjasta avmarkingarboringin í 2018, at heimsins størsta oljufelag, Shell, gjørdi av at keypa 30% av Cambo, og nú standa onnur oljufeløg og banka á dyrnar og vilja vera partur av hesi nýggjastu og mest lovandi verkætlanini á Atlantsmótinum.
Eisini í Føroyum verður fylgt við komandi útbyggingini av Cambo, nú keldan liggur so tætt við markið, og har tað ikki er óhugsandi, at oljuberandi løgini í Cambo-kelduni møguliga kunnu halda fram inn á føroyskt øki. Tað hevur tó ikki borið til at fáa hetta váttað, men oljan.fo er vitandi um, at oljufeløg á bretska landgrunninum hava Føroyar á radaranum.
Cambo keldan tætt við føroyska markið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald