Uttanlands

Avstralia fer at byggja heimsins størstu sólorkulund

Lundin verður 12.000 hektarar til støddar, svarandi til 22.000 fótbóltsvallir

(Tilgjørd mynd: Suncable)

(Tilgjørd mynd: Suncable)

2024-08-21 13:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Avstralia hevur tikið eitt risafet fram í ætlanini at sleppa undan at framleiða orku burtur úr koli. Ætlanin er at sólorka skal koma ístaðin.

Í hesum sambandi hevur avstralska stjórnin góðkent eina ætlan um at byggja eina risastóru sólorkulund.

Framleiðslan byrjar eftir ætlan í 2030, og tá fer lundin at kunna framleiða orku svarandi til tað, sum tríggjar milliónir avstralsk húsarhald brúka. Sólorkulundin í Norðuravstralia verður 12.000 hekrarar til støddar, svarandi til meira enn 22.000 fótbóltsvallir.

Heimsins størsta sólorkulund

So stór sólorkulund er ikki at finna nakra aðra staðni í heiminum.

- Hetta fer at gera Avstralia til heimsleiðara innan grøna orku, staðfestir avstralski orkuministarin, Tanya Plibersek.

Kostnaðurin fyri verkætlanina er mett at vera 30 milliardir avstralskar dollarar, svarandi til umleið 135 milliardir krónur.

Við í verkætlanini er eisini ein ætlan um at leggja ein sjókápil millum Avstralia og Singapore, tí ætlanin er at kunna útflyta stórar mongdir av reinari sólorku til grannalandið.

Farið verður undir at byggja orkulundina skjótast gjørligt. Men enn er nógv pappírsarbeiði eftir at gera, so væntandi verður endaliga íløguætlanin ikki komin upp á pláss fyrr enn í 2027.

Bundin at kolinum í nógv ár afturat

Í dag kemur umleið helmingurin av oljuframleiðsluni í Avstralia úr koli, og landið er eisini millum heimsins størstu útflytarar av koli og gassi.

At skifta kolverkini út er tó lættari sagt enn gjørt. Avstralia hevur ikki havt nóg mikið av øðrum orkukeldum at seta ístaðin fyri kolverkini, eitt nú tí at landið hevur bannað kjarnorku.

Umframt sólorku, ætlar landið eisini at gera meira burtur úr vindorku. Í 2022 kom næstan ein triðingur av orkuni í landinum frá varandi orku.

Orsaka av nógvu kolanýtsluni liggur Avstralia í løtuni á fjórðaplássi millum lond, tá tað ræður um útlát av koltvísúrni, mált fyri hvønn íbúgva.

Landið vónar at aleppa av við kolorkuna í 2050 og at minkandi útlátið fer at bøta um veðurlagsbroytingarnar, ið hava rakt Avstralia meint við ógvusligum hita, skógareldum og flóðaldum, skrivar finska kringvarpið Yle við Reuters og AFP sum keldum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder