Uttanlands

Baltisku londini kvetta streymsamband við Russland

Estland, Letland og Litava sleppa nú undan at keypa streym úr Russlandi. Tey eru nú vorðin partur av evropeiska elnetinum.

2025-02-11 15:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Streymorka verður ikki longur eitt vápn í hondunum á grannatjóðini Russlandi. Baltisku londini hava nevniliga við stuðuli úr ES ment egið elnet, sum er knýtt í evropeiska elnetið.

[object Object]

-Hetta er ein søguligur dagur í baltisku og evropeisku orkusøguni, nú baltisku londini ikki longur skuldu vera heft at russiska elnetinum. Hetta sigur danski orkuráðharrin í ES, Dan Jørgensen. Tey trý baltisku Nato-londini hava ikki keypt streym úr Russlandi síðani 2022, men russiska elnetið hevur kortini verið virkið.  Men við hesi nýggju orkuíløguni kunnu russar ikki longur hótta londini við at kvetta streymflutningin, tá hetta hóvar teimum.

Arbeiðið at menna egið elnet hevur verið í gongd leingi, men tók veruliga dik á seg, tá russar gjørdu innrás í Ukraina. Russland hevur tvíhildið um, at baltisku londini við hesi skipan fóru at rinda nógv meira fyri streymin. Tað vísir Dan Jørgensen aftur.

Keldur: DR og TV2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder