Innanlands

Battarískipan hjá SEV í trygga legu

Brekið undan jólum gjørdi, at streymurin fór í meginøkinum tvær ferðir

Nýggja battarískipanin hjá SEV á Sundi riggar nú sum hon skal. Mynd Jan Müller

Nýggja battarískipanin hjá SEV á Sundi riggar nú sum hon skal. Mynd Jan Müller

2024-01-12 11:32 Author image
Jan Müller
placeholder
Stórur var spenningurin, tá SEV nakað fyri jól tók spildurnýggja battarískipan í brúk á Sundi. Henda hevur verið í gerð í eina tíð. Beint undan jólum hendi so tað, at skipanin fór í svart. Men síðani er skipanin komin aftur í eina trygga legu. Tað skilst á menningarleiðaranum hjá SEV, Terja Nielsen, at brekini nú eru rættað og fara tey neyvan at endurtaka seg.

[object Object]
Nevndarformaðurin í SEV bjóðar tveimum av gestunum frá EFFO vælkomnum til stóru løtuna, tá nýggja battarískipanin varð sett til. Mynd Jan Müller


Hann segði við útvarpið í gjár, at tað vóru tvey óhapp fyri jól, sum gjørdu, at battarískippanin koblaði út. Eftir tað hava fólk frá SEV saman við veitarunum kannað og rættað brekini. 

-Talan var um innstillingar í battarískipanini sjálvari, sum vit ikki vóru varugir við, sigur Terji Nielsen.  

Hann vísir á, at nú koyrir battarískipanin sum hon skal, og skulu vit sjálvandi rokna við, at skipanin nú fer at koyra uttan trupulleikar. 

-Hon hevur koyrt siðani stutt eftir jól við góðum úrslitum, og tað er rættiliga umráðandi hjá okkum at hava hana koyrandi hesa árstíðina, tá vit hava nógvan  vind.

Battarískipanin stabilserar vindin og ger,  at vit betri fáa gagnnytt ta vindorkuna, sum tá er tøk,  og at vit fáa so nógva vindorku inn á netið sum gjørligt. Eisini figgjarliga hevur tað nógv at siga fáa meira vindorku inn á netið og harvið  minka um oljunýtsluna  á oljuriknu verkunum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder