Uttanlands

Bera ótta fyri oljuprísi uppá 130 dollarar

Álop á tangaskip í Hormuz-sundinum og á Saudi Arabia kunnu hækka oljuprís við 20-25 dollarum.

2026-10-14 20:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Í løtuni er oljuprísurin methøgur, 106,5 dollarar fyri tunnuna. Høvuðsorsøkin til høga prísin er kríggið millum USA og Iran og nú eisini álop á Saudi Arabia.

Eygleiðarar vilja vera við, at tað er Iran, sum stendur aftanfyri seinastu hendingarnar bæði í Hormuz sundinum og í Saudi Arabia, og at endamálið er at raka Trump við komandi miðvalini í USA.

Ein uppaftur hægri oljuprísur kann koma illa við hjá Trump til valið í november og væl við hjá iranska stýrinum, sum ynskir at leggja fót fyri framhaldandi amerikonsku álopunum í Miðeystri.

Kelda Finansavisen

                                                             

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder