Uttanlands

Biden bjóðar Opec av

Letur upp fyri amerikonsku oljugoymslunum, sum er ein avbjóðing fyri OPEC

2021-11-23 18:14 Author image
Jan Müller
placeholder

USA fer at lata út á marknaðin 50 mió. tunnur av olju frá tess strategisku goymslum í samstarvi við Kina, Japan, India,  Suðurkorea og Bretland. Hetta er ein heilt óvæntað samskipað roynd av heimsins størstu oljubrúkarum fyri at kunna temja høgu oljuprísirnir - og sum kann koma Opec+  londunum aftur um brekku.

Hetta skrivar heimasíðan World Oil, sum endurgevur Bloomberg. Av hesi nøgdini fara 32 mió. tunnur at verða latnar á marknaðin frá "U.S. Strategic Petroleum Reserv” teir næstu mánaðirnar, meðan 18 mió. tunnur fara at koma seinni, siga Hvítu Húsini.

Ein umboðsmaður sigur, at oljan verður longu flutt miðjan ella seint í desember. Fyrisitingin er tilreiðar at taka til onnur tiltøk, um tað er neyðugt, verður sagt.

Avgerðin hjá Biden forseta verður mett at vera ein diplomatiskur sigur fyri USA og ein avbjóðing til yvirvágina, sum Saudi Arabia, Russland og onnur Opec+ lond hava á marknaðinum  í dag. Men tað er ikki uttan váða.

Umboð fyri Opec+ hava longu ávarað um, at tey fara at svara aftur og avlýsa ætlanina at økja um teirra egnu framleiðslu. Støðan er vorðin eitt stríð um at hava avgerandi eftirlitið við altjóða orkumarknaðinum.

Stríðið um oljuna og oljuprís hóttir við at fáa eld í aftur geopolitisku støðuna í heiminum. Støðan kann gerast álvarslig, tí talan er um prísin á heimsins mest týðandi brúksvøru, og hetta hendir um somu tíð sum tjóðarbankar  og politikarar kappast við hægsta inflatiónsvøksturin í meira enn tíggju ár. Tað vísir eisini spenta samstarvið millum Washington og Riyadh, sum er tungtvigandi í amerikonsku relatiónunum í Miðeystri.

Joe Biden hevur í fleiri vikur roynt at útvega sær stuðul frá øðrum stórbrúkarum av olju eitt nú Kina. Hetta er fyrstu ferð, at lond á henda hátt skipa seg ímóti stóru oljuframleiðarunum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder