Uttanlands

Biden gevur grønt ljós til gass úr Alaska

Fyrisitingin hjá amerikanska forsetanum hevur góðkent risastóra útbygging, sum skal skunda undir útflutning av LNG gassi úr Alaska

2023-04-15 15:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sæst av skjølum, sum Washington Post hevur fingið innlit í. Sambært skjølunum er henda avgerð tikin fyri at taka upp kappingina við Russland um at útflyta gass frá arktiska økinum til Asia. 

Talan er um eina verkætlan hjá Alaska Gasline Development Corporation uppá 40 mia. dollarar, sum skal vera klár at taka í nýtslu í 2030, um so er at hon fær tey neyðugu loyvini. LNG gassið fer tá fyrst og fremst at verða útflutt til lond í Asia. 

Sambært Frank Richards, forseta í AGDC, sum  Alaska eigur, sigur, at verkætlanin fer at útvega fólkinum í Alaska og sameindum hjá USA týðandi nøgdir av orku, sum verður framleidd ábyrgdarfult við lágum útláti og í tráð við altjóða umhvørvisligar raðfestingar.

[object Object] 

Alaska LNG verkætlanin fevnir m.a. um framleiðslustøð á Kenai hálvoynni í syðra partinum av Alaska og eina 1300 kilometrar langa gassleiðing, sum skal flyta sokallað “strandað” gass  í norðuralaska víðari gjøgnum landið.

Verkætlanin, sum upprunaliga varð góðkend av fyrisitingini hjá táverandi forsetanum Donald Trump, hevur verið fyri stórari mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum. Síðani hevur fyrisitingin hjá Biden forseta endurskoðað ætlanina og er komin til ta niðurstøðu, at hon hevur bæði búskaparligar og altjóða trygdarfyrimunir og vísir hon eisini til, at mótstøðufólkini hava ikki megnað at prógva, at verkætlanin botnar í einum manglandi almennum áhuga. 

Síðani hevur Biden fyrisitingin broytt í upprunaligu góðkenningini til tess at forða fyri útláti av CO2 út í luftina. Kortini verður avgerðin umrødd sum ein útlátsbumba millum umhvørvisfelagsskapir. 

[object Object]

Lukas Ross frá felagsskapinum “Friends of the Earth sigur við Washington Post, at veðurlagspolitikkurin hjá Joe Biden er farin fullkomiliga av sporinum við hesi góðkenning og vísir á, at hetta er onnur fossila verkætlan av sínum slag, sum Biden hevur givið grønt ljós til. Seinasta mánað góðkendi Biden stjórnin eina verkætlan fyri 7 mia. dollarar, nevnd Willow og sum ConocoPhillips stendur fyri í North Slope í Alaska. 

[object Object]

[object Object]

Russland fyrireikar í løtuni at seta hol á ta fyrstu av trimum LNG verkætlanum í Arktis, sum verður ein av heimsins størstu av sínum slag, seinni í ár. Biden stjórnin roynir í sínum lag at góðkenna LNG útflutning, sum so skal taka kappingina upp við russisku útbygginbarætlaninar. Russland er í dag heimsins størsti orkuútflytari. 

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina er útflutningurin av orku úr Russlandi  til Evropa lækkaður munandi og hevur hetta havt við sær, at USA hevur økt um sín útflutning av LNG til Evropa. 

[object Object]

Alaskabúgvar fyri útbygging

Spurningurin um olju- og gassframleiðslu hevur verið á kjakbreddanum í longri tíð. Umhvørvisfelagsskapir gera alt tað teir kunnu fyri at seta fót fyri útbyggingarverkætlanum hjá olju- og gassfeløgum, sum hava arbeitt í Alaska í mong ártíggju.

Olju- og gassvinnan er høvuðsvinnan í Alaska, og ein stórur meiriluti av fólkinum í statinum vil ikki vera inntøkurnar frá hesi vinnu fyriuttan. Tí hava tey roynt at sannføra Biden forseta um týdningin av at byggja út við eitt nú LNG gassi, sum er nóg mikið av í serstakliga Norðuralaska.

Olju- og gassinntøkurnar fylla so mikið nógv i hvørjum húsarhaldi í statinum, at hvør tann einasti íbúgvi har hvørt ár fær eina ávísa upphædd flutta til dagliga nýtslu. Fólkið vil gera alt tað tey eru ment fyri at forða umhvørvisfelagsskapum í at steðga framtíðar olju- og gassvirksemi.

Eitt skifti sá út til, at Biden forseti fór at broyta loyvini sum fyrrverandi fyrisitingin hevði givið grønt ljós til. Hetta er síðani broytt m.a. orsakað av innrásini í Russlandi.

Kortini hevur Biden fyrisitingin sett forboð fyri at lata nýggj loyvi í umhvørvisviðkvæmum náttúruøkjum í norðara partinum av Alaska. Eisini hevur hon gjørt greitt, at loyvi at leita eftir og framleiða olju og gass í nýggjum pørtum av arktiska havinum verða ikki latin.

[object Object]

Ì 1998 vitjaði ein føroysk sendinevnd við tveimum landsstýrismonnum í Alaska.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder