Amerikanski forsetin Joe Biden fanst sunnudagin at Russlandi og Saudi-Arabia fyri ikki at hava gjørt nóg mikið til tess at bøta um verandi orkukreppu. Eitt nú hevur Russland noktað fyri at koyra meira gass á marknaðin, fyrr enn Týskaland góðkennir Nord Stream2 gasskaðalin úr Russlandi til Evropa. Herfyri heitti Biden á Opec um at økja um oljuframleiðsluna aftur. Biden vildi kortini ikki siga, hvat hann ætlar at gera, um Opec londini ikki økja um framleiðsluna, skrivar Bloomberg.
-Tað kann ikki vera rætt, at hesin stóri oljufelagsskapurin ikki vil taka meira olju upp, tá fólk ikki hava nóg mikið av bensini til at koma til og frá arbeiði segði Biden.
Biden vildi ikki svara spurninginum, um hvat USA kann gera, um Opec ikki vil lurta eftir áheitanini. Ein umboðsmaður fyri Biden segði, at USA vónar at síggja eina økta framleiðslu uppá stytri sikt, men at landið stendur við síni langsiktaðu mál um at halda fram við grøna orkuskiftinum til varandi orkukeldur.
Biden hevur eins og aðrir statsleiðarar tann trupulleika, at meðan veðurlagsbroytingarnar seta síni krøv til heimsins lond, so skal hann eisini fylgja við, hvat vanligi veljarin heima heldur og hvussu orkukreppur rakar hann. Í morgin fer amerikanska kongressin at atkvøða um íløgur í veðurlagslóg, men enn er ógreitt, um meiriluti fæst fyri hesum. Tað vil í so máta vera eitt bakkast fyri ikki bert Biden men eisini fyri COP26.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald