Tað ljóðar, at amerikanski forsetin Joe Biden í dag fer at kunngera, at hann hevur givið boð um at lata upp fyri strategisku oljugoymslunum hjá USA. Væntandi fara eisini onnur lond so sum India, Japan og Suðurkorea at gera tað sama, nú orkuoprísirnir eru vornir so høgir, at teir raka brúkararnar og búskapir meint. Eisini Kina er sinnað til at fylgja USA og lata upp fyri sínum eyka oljugoymslum.
Í USA er prísurin á bensini seksfaldaður seinastu tíðini, og hetta hevur gjørt, at undirtøkan fyri Joe Biden forseta hevur ongantíð verið so lág. Herfyri heitti forsetin á Opec um at økja um framleiðsluna fyri at lækka prísirnar, men tað vildi Opec ikki. Síðani hevur verið gitt, at forsetin fór helst at lata upp fyri stóru oljugoymslunum, sum annars skulu tryggja USA í eitt nú eini krígsstøðu. CNN visti at siga seinastu nátt, at USA hevur í kvittanum at koyra 35 mió. tunnur av olju á marknaðinum uppá sikt. Eitt slíkt stig verður mett at kunna raka Opec og tvinga felagsskapin til at hækka framleiðsluna skjótari enn ætlað.
“The Strategic Petroleum Reserve” eru stórar eyka oljugoymslur, sum skulu kunna brúkast í eini vanlukkustøða av onkrum slag ella tá forsetin heldur tørvur er á tí. Seinast slíkt stig varð tikið var í 2011 í sambandi við ófrið í Lybia, ið hevði við sær órógv á marknaðinum. Tá vóru brúktar 60 mió. tunnur. Biden hevur verið fyri atfinningum fyri ikki at hava gjørt nokk fyri at temja høgu orkuprísirnar, sum serstakliga raka bilbrúkaran og annars hótta amerikanska búskapin. Biden fer at halda røðu í dag um búskapin og høgu inflatiónina.
Annars ljóðar, at fleiri demokratar í kongressini vilja hava Biden at steðga útflutningi av olju.
Nú um dagarnar kom eisini fram, at Biden hevur sett í gongd eina kanning av framferðini hjá oljufeløgunum í sambandi við høgu olju- og gassprísirnar. Hann ynskir at vita, um oljufeløgini við fjaldum tiltøkum eiga lut í ovurhøgu orkuprísunum. Tá prísurin á olju er lækkaður, so hevur hetta t.d. ikki víst seg aftur við bensinpumpurnar, heldur tvørturímóti verður víst á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald