Í dag byrjaði eitt ST-átak at pumpa olju úr risastóra tangaskipinum FSO Safer, sum liggur fyri akker í Reyða Havi, og hevur gjørt tað í nógv ár. Í langa tíðhevur misrøkta og rustaða tangaskipið verið ein marra fyri umhvørvisfelagsskapir, skrivar Ritzau.
Í dag kundi António Guterres, ST-aðalskrivari so boða frá, at arbeiði at pumpa oljuna úr skipinum fer í gongd.
Ráolja svarandi til 1,1 millión tunnur er umborð á FSO Safer. Um hol hevði komið á skrokkin á skipinum, er her talan um fýra ferðir so nógva olju, sum lóku úr Exxon Valdez, tá hon rendi á land í Alaska í 1989.
FSO Safer er frá 1976, og hevur ikki verið viðlíkahildin síðan 2015, tá hon varð fangað í borgarakrígnum, sum hevur herjað Jemen.
Skipið endaði út fyri tann partin av landinum, sum er undir ræði hjá houthi-uppreistrarfólkinum.
ST hevur í fleiri ár roynt at sleppa nær skipinum fyri at umvæla tað og harvið forða fyri, at hol kemur á tað ella enn verri, at tað eksploderar, skrivar Ritzau.
Sambært ST er skipið í so ringum standi, at tað er ein spurningur um tíð, áðrenn tað dettur frá hvørjum øðrum ella spreingist, um tað ikki verður tryggjað.
Royndir, sum fyrr eru gjørdar at bjarga skipinum, miseydnaðust, tí ST ikki kundi fáa trygd frá houthi’unum um, at skipið ikki fór at verða álopið.
Serfrøðingar hava fyrr mett, at um oljan í skipinum lak út í Reyðahav millum Afrika og Arabisku hálvoynna, hevði tað tikið upp í30 ár, áðrenn vistskipanin hevði komið fyri seg aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald