Innanlands

Bjørn Kunoy er ein fongur fyri Fróðskaparsetrið

Í dag tekur Børn Kunoy við partíðarstarvi á Fróðskaparsetrinum sum professari á Søgu- og Samfelagsdeildini

Bjørn Kunoy fekk handað blómur og skjal eftir professarafyrilesturin í Kongshøll, her saman við Hans Andriassi Sølvará, dekani á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Mynd Jan Müller

Bjørn Kunoy fekk handað blómur og skjal eftir professarafyrilesturin í Kongshøll, her saman við Hans Andriassi Sølvará, dekani á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Mynd Jan Müller

2021-04-01 16:22 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]Bjørn Kunoy heldur professarafyrilestur í Kongshøll. Mynd Jan Müller

-Hann fer saman við øðrum góðum fólki á Søgu og Samfelagsdeildini at menna løgfrøðina sum undirvísingar- og granskingarøkið á Fróðskaparsetrinum, segði Hans Andrias Sølvará,  dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Setrinum, tá hann mikudagin beyð vælkomin til professarafyrilesturin hjá Bjørn Kunoy, sum hann helt í Kongshøll  í Havn. Hann skuldi verið hildin fyri tíð síðani, men er vorðin útsettur til nú vegna korona.

[object Object]Mong vóru komin at líða á áhugaverda fyrilesturin. Mynd Jan Müller

Fitt av fólki høvdu leitað sær í sera hugnaligu og hugtakandi samkomuhølini hjá Setrinum at hoyra fyrilesturijn hjá Bjørn Kunoy við heitinum: "Løgdømi hjá altjóða dómstólum og gerðarrættum í fiskivinnutrætum og marknaumskarandi kolvetnisfundum: Ein útgreining av galdandi rættarstøðu".

Í forkunning síni  vísti Hans Andrias Sølvará á, at Bjørn varð longu 1. oktober 2019 tilnevndur professari í altjóða lóg og adjungeraður professari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

[object Object]Nógvar og góðar vóru fagnaðarheilsaninar. Mynd Jan Müller

Frá 1. apríl 2021 er Bjørn settur í parttíðarstarv sum professari í altjóða lóg á Søgu- og Samfelagsdeildini.

-Bjørn er ein fongur fyri Fróðskaparsetrið, serliga fyri løgfrøðina á Søgu og Samfelagsdeildini. Hann fer saman við øðrum góðum fólki á Søgu og Samfelagsdeildini at menna løgfrøðina sum undirvísingar- og granskingarøkið á Fróðskaparsetrinum. Professarafyrilesturin er sostatt seinkaður orsakað av korona, vísti Hans Andrias á.

[object Object]Handan á hátíðarhaldinum í Kongshøll. Mynd Jan Müller

Bjørn løgfrøðiliga masterútbúgving í París

Bjørn tók sína løgfrøðiligu útbúgving á Paris Nanterre universitetinum í 2004. Hann fór undir doktararitgerð, sum hann vardi sama stað í 2013. Ritgerðin var undir leiðslu av franska Alain Pellet, sum er ein leiðandi løgfrøðingur í altjóðarætti í heiminum. Metingarnevndin var eisini samansett av leiðandi altjóða løgfrøðingum, so sum James Crawford, nú dómari við Altjóða dómstólin í Haag, og Jean-Pierre Cot, nú dómari við altjóða havrættardómstólin í Hamburg.

[object Object]Bjørn og konan Bjørk Maria. Mynd Jan Müller

[object Object]Børnini Norðan og Orka. Mynd Jan Müller

Bjørn er ein viðurkendur granskari í altjóðarætti, sum javnan luttekur á altjóða ráðstevnum, og hann hevur útgivið tíggjundatals av vísindaligum greinum í leiðandi altjóðarættar- og ES-rættar tíðarritum, útgivin av m.a. Oxford University Press og Cambridge University Press. Bjørn hevur eisini sjálvur granskað í University of Cambridge eitt tíðarskeið, har hann varð tilknýttur sum “Visiting Fellow” at Lauterpacht Centre of International Law.

[object Object]Bjørn og faðirin Páll. Mynd Jan Müller

Í metingarnevndini, sum mælti til at útnevna Bjørn til professara, sótu løgfrøðingar sum áðurnevndu Alain Pellet, James Crawford og Mathias Forteau, professari við Paris-Nanterre universitetið.


[object Object]Mong kend andlit í Kongshøll til fyrilestur og hátíðarløtu mikudagin. Mynd Jan Müller

Bjørn undirvísir í altjóða lóg á Fróðskaparsetrinum, og fer hann í hesum yrki uttan iva at styrkja um arbeiðið, ið er farið av bakkastokki við at bjóða siðbundnu útbúgvingina í løgfrøði á Setrinum, og vónandi fer hann eisini at seta Fróðskaparsetrið á landakortið sum eitt stað, har altjóðarættur og havrættur kunnu nemast á hægsta stigi, segði Hans Andrias Sølvará, áðrenn Bjørn tók orðið og greiddi frá spennandi evnum sum galdandi rættarstøðu í sambandi við fiskivinnutrætur   og marknaumskarandi kolvetnisfund. Nakað oljuportalurin fer at tríva í í seinni greinum.

Her er leinkja til fyrilesturin:

https://www.youtube.com/watch?v=XWbnpkWQbDc

[object Object]Evnini Bjørn røddi um høvdu fangað áhugan hjá mongum. Mynd Jan Müller

[object Object]

Ein ikki sørt fegin og eyðmjúkur føroyskur professari við Fróðskaparsetur Føroya - enn eitt týðandi stig á leiðini gjøgnum útbúgvingar- og granskingarverkið at gera Føroyar meira sjálvbjargnar og fáa Føroyar á heimskortið.  Mynd Jan Müller

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder