2024-03-28 21:04
Blýfrítt 95 til ellisakfør og eldri skutarar er nú til sølu hjá Effo á Argjum. Hetta kann keypast á pumpu 5 og 6, og er tað frámerkt við reyðum liti.
Prísurin er 16,23 krónur fyri liturin, sum er nakað væl dýrari enn E10 bensin sum kostar 12,41 krónur liturin.
Herfyri skiftu føroysku oljufeløgini til E10 brennievni, sum øll vanlig akfør kunnu brúka. Heitið E10 vísir til mongdina av etanoli í bensininum. E10 inniheldur 10 prosent av etanoli, ið verður blandað í bensinið.
Á flestu bensinstøðunum kring landið fæst nú bert E10, men undantakið er nú Effo á Argjum, har bæði E10 og gamla blýfrítt 95 fáast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald