Uttanlands

Bora gassbrunn eystan fyri Føroyar

Arbeitt verður við at útbyggja og víðka um stóru gassleiðirnar vestan fyri Hetland við møguligum nýggjum framleiðslum

2023-02-09 12:47 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað eru nú nøkur ár síðani, at stórar íløgur vórðu gjørdar í útbygging av fleiri stórum og týðandi gassleiðum á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar.

Fyrst komu Laggan Tormore og seinni Glenlivet og Edradour, ið allar vórðu knýttar í felags gassleiðing á havbotninum til gassterminalin í Sullom Voe í Hetlandi. Í dag eru hesar gassleiðirnar ein av høvuðsveitarunum av gassi til stóra bretska marknaðin.

Men nú í mong ár hevur verið arbeitt við at finna nýggjar gasskeldur í grannalagnum til tess at tryggja framtíðar veitingar og harvið orkutrygdina í Bretlandi.

[object Object]
Sirklarnir umboða økini, sum Bretland ætlar at varpa mest ljós á komandi árini til tess at gera landið óheft at innfluttari orku. Økið millum Hetland og Føroyar telist millum mest týðandi økini og verða fleiri olju- og gassleiðir helst útbygdar her komandi árini. 

Tað er franska orkufelagið TotalEnergies, ið hevur gingið á odda við gassframleiðlu á Atlantsmótinum og hevur felagið saman við øðrum eitt nú orkufeløgunum Kistos og Rockrose í hyggju at útbyggja tvær aðrar gassleiðir aftrat í sama økinum, nevniliga Glendronach, sum varð funnið í 2018 og Victory, sum varð funnið fyri skjótt 30 árum síðani. At hesar nú kunnu útbyggjast kemst m.a. av, at tað longu finst eitt undirstøðukervi í økinum umframt, at eftirspurningurin eftir gassi er vorðin so stórur.

[object Object]
Skjótt verða fleiri gassleiðir knýttar í rørleiðingsskipanina vestan og eystan  fyri Hetland

Aftrat hesum kemur so enn ein leið, ið verður mett at vera “highly prospective” tvs. sum kann goyma stórar nøgdir av gassi, nevnd Benriach. Ætlanin er at bora ein brunn í øðrum ársfjórðingi í ár. Tá fáa vit so at vita, um forsøgnirnar halda. Hon fer tá at verða bundin í somu gassleiðingsskipan sum hinar gasskeldurnar millum Hetland og Føroyar. 

[object Object]
Glendronach og  Victory  verða uttan iva útbygdar og knýttar í gassrørleiðing til Hetlands. Stórar vónir eru nú til boring av Benriac prospektinum í grannalagnum. 


Umframt at varpa ljós á framtíðar gassvirksemi vestan fyri Hetland arbeiða fleiri stór orkufeløg við ymsum útbyggingarætlanum av olju- og gassleiðum hesi hava funnið mongu seinastu árini men sum enn ikki eru útbygd og farin undir framleiðslu.

Feløgini eru BP við Clair South, Ithaca Energy við Cambo og Equinor við Rosebank. Talan er um risastórar olju- og gassleiðir, sum allar eru partur av framtíðar orkupolitikkinum hjá bretsku stjórnini, ið vil økja um eginframleiðsluna fyri harvið at sleppa undan at innflyta stórar nøgdir av olju og gassi úr útlandinum í framtíðini. 

Áhugavert er eisini við føroyskum eygum at bíta merki í, at allar umrøddu olju- og gassleiðir liggja eystan fyri Føroyar og ikki so langt frá markinum heldur. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder