Umhvørvisstovan og SEV fara at greiða frá og svara spurningum frá fundarfólkinum.
Borgarafundurin verður á ovaru hædd í umsitingarbygninginum hjá Sands kommunu á Mørkini Miklu 3 upplýsir Sands kommuna.
- Ætlanin um vindmyllulund á Sandi er liður í framhaldandi arbeiðinum at útbyggja orkuverk úr varandi orkukeldum, sigur Ari Johanneson, leiðari á elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni sambært Útvarpinum hjá KVF.
Ætlanin er at gera eitt útboð seinni í ár. Umhvørvisstovan og SEV hava í trý ár gjørt vindmátingar á Sandi.
Ari Johanneson er leiðari á elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni. Mynd KVF.
3-4 megawatt hvør
Eftir ætlan verða vindmyllurnar fimm ella seks í tali, tað veldst um støddina á vindmyllunum.
Tey, sum bjóða, gera av, hvussu stórar vindmyllurnar skulu vera. Myllurnar skulu kunna framleiðla 3-4 megawatt hvør.
Vindmyllurnar í Flatnahaga framleiða 3 megawatt, og tær í Hoyvíkshaga framleiða 4,2 megawatt.
Øll kunnu bjóða at seta vindmyllur upp á Sandi.
Í Klivaløkshaga
Eftir ætlan skulu vindmyllurnar verða í Klivaløkshaga og kanska eisini í Miðjuni.
- Vit hava samskift hagaeigararnar um vindmyllur. Øll viðurskifti um staðseting skulu vera avgjørd, áðrenn boðið verður út, sigur Ari Johanneson við KVF.
Hann leggur aftrat, at borgarafundurin á Sandi í annaðkvøld er liður hesum at kunna og hoyra fólkið á Sandi.
Keldur: Sands kommuna og kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald