Uttanlands

BP gevst í Russlandi

Eitt av heimsins størstu orkufeløgum, bretska BP, hevur í kvøld gjørt av at gevast við sínum virksemi í Russlandi. Henda avgerð kemur eftir russisku innrásina í Ukraina.

-Vit gevast við okkara virksemi í Russlandi sigur nevndarformaðurin í einum av heimsins størstu orkufeløgum, Helge Lund á BP.

-Vit gevast við okkara virksemi í Russlandi sigur nevndarformaðurin í einum av heimsins størstu orkufeløgum, Helge Lund á BP.

2022-02-27 21:32 Author image
Jan Müller
placeholder

BP eigur í dag nærum 20% av russiska orkufelagnum Rosneft. Tað fer nú at verða broytt. Í einum tíðindaskrivi í kvøld ger felagið greitt, at tað ætlar at gevast við øllum sínum virksemi í Russlandi. Helge Lund, nevndarformaður í BP, sigur í eini viðmerking, at russiska álopið á Ukraina er ein “agressiv” avgerð, sum hevur álvarsligar avleiðingar við sær. 

-BP hevur arbeitt í Russlandi í meira enn 30 ár og hevur havt eitt einastandandi samstarv við okkara russisku starvsfelagar. Men henda hernaðarliga atgerðin hevur við sær eina grundleggjandi broyting. Tað hevur fingið stýrið í BP at koma til ta niðurstøðu, at okkara samstarv við almenna felagið Rosneft rætt og slætt ikki kann halda fram, sigur Lund.

BP ger vart við, at tað fer at hava ein fíggjarligan miss av hesi avgerð uppá 223,5 mia. kr, sambært Bloomberg. 

Stjórin í BP,  Bernard Looney hevur saman við fyrrverandi BP stjóranum, Bob Dudley, umboðað BP í stýrinum fyri Rosneft.

-Vit kunnu ikki longur góðtaka, at umboð fyri BP skulu hava ein leiklut í Rosneft-stýrinum sigur Helge Lund. Bretski vinnumálaráðharrin, Kwasi Kwarteng sigur í eini viðmerking, at hann fegnast um avgerðina hjá BP. Hann sigur víðari, at russiska innrásin í Ukraina eigur at fáa bretskar fyritøkur at umhugsa sína støðu í Russlandi. 

Helge Lund er fyrrverandi stjóri í norska oljufelagnum Statoil. Tá stóð hann saman við Rúna M. Hansen á odda fyri flestu av leitiboringunum á føroyska landgrunninum.

Í dag røkir hann fleiri týðandi nevndarsessir eitt nú sum nevndarformaður í risastóru donsku medisinalfyritøkuni Novo Nordisk. Hann er eisini nevndarlimur í føroyska felagnum Tjaldur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder