Bretska oljufelagið BP boðar nú frá, at tað hevur fingið loyvi frá bretskum myndugleikum at fara undir útbygging av eini nýggjari oljuleið tætt við føroyska markið. Talan snýr seg um Alligin oljuleiðina nær Schiehallion oljukelduni har suðuri á Atlantsmótinum. Henda útbyggingin fer at økja um framleiðsluna í hesum so týðandi oljuøkinum, sum fevnir um tríggjar oljuleiðir, Loyal, Schiehallion/Quad 204 og Foinaven. Tá hon er liðug útbygd og fer undir framleiðslu í 2020, verður Alligin knýtt í nýggja framleiðslu- og goymsluskipið (FPSO) Glen Lyon.
Í løtuni er BP annars í ferð við at gera klárt til eina aðra men tó nógv størri framleiðslu frá oljuleiðini Clair Ridge, sum er at vera ein av teimum størstu framleiðandi oljukeldunum í Bretlandi. BP hevur annars enn eina nýggja oljuleið, Clair South, á tekniborðinum. Tá hon er liðug útbygd fer hon at vera ein av teimum størstu oljuleiðunum á bretska landgrunninum. Umframt hesar umrøddu oljuleiðir hevur BP eisini kanningar í gongd ymsa staðani á Atlantsmótinum.
Felagið, sum er sjálvt lokomotivið vestan fyri Hetland, hevur alment boðað frá, at tað fer at gera stórar íløgur á Atlantsmótinum komandi árini. Áhugavert verður eisini at síggja, hvørji loyvi BP fer at søkja um í 31. útbjóðingini,sum letur aftur í november. Fyri Føroyar er áhugavert at fylgja við, um hesin oljurisin eisini fer at hyggja at økjum, sum liggur upp at føroyska markinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald