Í dag legði bretska stjórnin hjá Boris Johnson fram uppskot til framtíðar orkustrategi, nevnd “British Energy Security Strategy”. Høvuðsdentur verður lagdur á at menna kjarnorku, vind- og sólarorku eins og olju og gass í Norðsjónum.
Hesi skulu saman steðga ella minka innflutningin av m.a. olju og gassi úr Russlandi eins og skunda undir grøna orkuskiftið, sum uppá longri sikt skal gera Bretland minni bundið at olju og gassi sum heild.
Nógvar gitingar hava verið undan kunngerðingini í dag, men flest allar hava havt grundarlag í ynskinum um at gera Bretland minni heft at innfluttari orku her serstakliga olju og gassi úr Russlandi.
Byggjast skulu ikki færri enn 8 nýggj kjarnorkuverk umframt verkini í Sizewell og Suffolk.
Semja er eisini um at fara undir stórar vindorkuútbyggingar bæði á landi og á sjógvi. Hóast stór mótstøða er ímóti vindmyllum á landi, so fyllur tann parturin kortini nógv. Men høvuðsdenturin verður lagdur á vindmyllur til havs, nú Bretland verður mett at verða eitt av teimum londunum í heiminum, sum hevur bestu fortreytir fyri at byggja út havvindorku.
Vetni ella hydrogen (brint) er eisini ein týðandi partur av nýggju strategiini fyri framtíðar orkupolitikkin.
Sólorka spælir eisini ein týðandi leiklut í ætlanunum, har lógarverk skal tryggja, at sólpanel verða sett upp á húsatekjum kring alt Bretland.
Menning av hitapumpum er eisini partur av strategiini. Hesar skulu minka um tørvin á gassi í vanligum húsarhaldum.
Seinast í strategiætlanunum verða olja og gass umrøtt. Nýggj leitiútbjóðing eftir olju og gassi verður latin upp í heyst eins og roynt verður at skunda undir útbyggingar av fundum, sum longu eru gjørd. Hesar skulu so setast í verk við einum nógv lægri CO2 útláti enn í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald