Bretskir ráðharrar eru í løtuni við at fyrireika játtandi svar til umsókn frá oljufelagnum Siccar Point at kunna fara undir olju- og gassútbygging av oljukelduni Cambo skamt frá føroyska markinum, hóast mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum, skrivar blaðið The Times og vísir á, , at oljufelagið júst hevur latið inn til myndugleikarnar eina umfevnandi umsókn til umhvørvisgóðkenning av útbyggingini.
Cambo olju- og gassleiðin liggur beint við føroyska markið. Stríð hevur tikið seg upp um góðkenning av útbyggingini millum ávikavist myndugleikar og oljuvinnuna øðrumegin og umhvørvisfelagsskapir og tey, sum eru ímóti útbyggingini hinumegin.
Ætlanin er at framleiða meira enn 150 mió. tunnur av olju komandi 25 árini. Fyrsta oljan er sett til 2025. Roknað verður við at OGA, Oil and Gas Authority, fer at geva loyvi til útbyggingina í næstum, men hon skal so endaliga góðkennast av orku- og umhvørvisráðharranum, og tað ljóðar nú, sambært The Times, at útbyggingin fer at fáa grønt ljós frá hægsta stað í summar tvs. áðrenn veðurlagsráðstevnan COP26 verður hildin í Glasgow í november.
Í hesum stóra økinum á Atlantsmótinum millum Hetland og føroyska markið finnast størstu goymslurnar av olju og gassi á bretska landgrunninum. Fyri at kunna varðveita týdningin, sum hesin týðandi bretski olju- og gasslandluturin hevur fyri Bretland, er neyðugt at fremja útbyggingar av fleiri feltum, sum longu eru funnin. Fleiri teirra liggja tætt upp at føroyska markinum, eitt nú, Rosebank, Cambo, Tornado og Suilven, og nakað longur eystari Clair South, Glendronack og Victory.
Umhvørvisfólk í Bretlandi, sum eru ímóti at geva loyvi til nýggja olju- og gassútbyggingar í heila takið, hava gjørt vart við, at tey eru ímóti at geva loyvi til Cambo-útbyggingina, tí hon er í stríð við veðurlagspolitikkin hjá Bretlandi og vísa á, at hetta at geva loyvi til stóra útbygging av oljukeldur er skeiv útmelding at koma við beint undan stóru veðurlagsráðstevnuni. Greenpeace sigur, at tað hevur skrivað til myndugleikarnar og biðið teir steðga útbyggingini og vísir til frágreiðing frá altjóða orkufelagsskapinum IEA, har hann vísir á, at tað eiga ikki at verða gjørdar nýggjar íløgur í útbygging av olju- og gassfeltum.
Umboð fyri myndugleikarnar sigur, at tey gera hvat tey kunnu fyri at minka um eftirspurningin eftir olju og gassi, men ásanna, at tað fer framhaldandi at vera eftirspurningur eftir olju og gassi komandi árini.
Felagið hjá oljuvinnuni í Bretlandi Oil and Gas UK sigur í einum úttalilsið til aktuella málið, at einki er til hindurs fyri at lata loyvi til útbygging av Cambo, tí slíkt er í tráð við tær avtalur, sum longu eru gjørdar millum myndugleikarnar og oljuvinnuna. Hesar hava nevniliga við sær, at oljufeløg skulu lúka strong krøv til eitt nú CO2 útlátið, hvat útbyggingin av Cambo ger.
Cambo góðkenning stóran týdning fyri føroysku oljuframtíðina
Hvat viðvíkur eini føroyskari oljuframtíð, so er góðkenningin av júst Cambo útbyggingini við markið, av stórum týdningi. Fyri tað fyrsta tí man við slíkari útbygging vil fáa ment undirstøðukervið í økinum nær Føroyum, og tað merkir, at skuldi tað hent, at olju- og gassfund verða gjørd føroyskumegin markið í framtíðini, so eiga hesi – verða tey útbygd – at kunna binda í undirstøðukervið bretskumegin markið.
Góðkenning av Cambo útbyggingini fer so eisini at merkja, at vit fáa eina olju- og gassframleiðslu, sum liggur tættari upp at markinum enn nøkur onnur áður. Og ein slík fer uttan iva at gera, at feløgini aftanfyri eisini fara at hyggja tvørtur um mark fyri at vita, um goymslurnar í bretskum øki halda fram hinumegin markið.
Enn eitt úrslit av játtan til Cambo útbygging er so tann møguleiki, at eisini fleiri aðrar útbyggingar í sama umhvørvi fara at fáa góðkenningar, nú tær koma undir somu umhvørvistreytir sum Cambo tvs. at tær fylgja almenna útlátspolitikkinum. Her er m.a. talan um olju- og gassleiðirnar Rosebank, Clair South, Suilven, Tornado og Glendronac og Victory.
Fyri flestu av umrøddu útbyggingum kemur eisini spurningurin um føroyskar veitingartærnastur inn í myndina, nú tær í fleiri førum liggja tættari við Føroyar enn Hetland og Skotland, og harvið gerast føroyskar vørur og tænastur bráddliga áhugarverdar fyri framtíðar virksemið eystan fyri markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald