Uttanlands

Bretska stjórnin góðkennir gasskeldu

Onnur av tveimum umstríddum orkukeldum í Norðsjónum hevur fingið grønt ljós.

2026-10-21 10:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir at hava bíðað við eini avgerð um loyvi at útbyggja gasskelduna Jackdaw í Norðsjónum í longri tíð, hevur bretska stjórnin undir leiðslu av Andy Burnham forsætisráðharra loksins givið grønt ljós til felagið Adura at fara undir útbygging av gasskelduni eystan fyri Aberdeen. Hetta merkir, at Jackdaw kann fara undir at framleiða gass til bretska marknaðin longu um ein mánað.

Umboð fyri oljuvinnuna í Bretlandi taka væl ímóti avgerðini og siga, at hon fer at hava stóran týdning fyri Bretland, sum  í dag innflytur 40% av orkutørvinum. Við hesi avgerðini verður landið minni bundið at innflutningi av orku. 

Avgerðin verður ikki væl móttikin millum umhvørvisfeløg, sum eru vónsvikin av, at Labour stjórnin loksins gevur eftir fyri trýstinum frá vinnuni og harvið svíkir síni lyfti um at minka um útlátið frá fossilum orkukeldum. 

Nú verður so bíðað í spenningi eftir, hvat stjórnin fer at gera við hina umstíddu kelduna, Rosebank eystan fyri Føroyar. Her er talan um eina oljukeldu mótvegis Jackdaw, sum framleiðir gass. BBC sigur í morgun seg ivast í, at tað verður nøkur løtt avgerð hjá stjórnini, nú mótstøðan móti oljuframleiðslu er størri enn móti framleiðslu frá gassleiðum. 

Stjórin í meginfelagnum hjá orkuvinnuni, David Whitehouse sigur í eini viðmerking, at avgerðin hjá stjórnini er tann einasta rætta skal Bretland minka um innflutningin av orku. Men hann leggur aftrat, at stjórnin skjótast eigur at góðkenna Rosebank, tí eisini hon kann fáa týdning fyri Bretland, her ikki minst hvat túsundtals arbeiðsplássum viðvíkur. 

Óvist er nær stjórnin fer at taka enaliga avgerð um Rosebank, men tað kann henda longu í hesum mánaðinum. Forsætisráðharrin hevur nýliga sagt, at hann fer at taka eina "pragmatiska" avgerð í sambandi við tær báðar orkukeldurnar. Tað hevur so verið tulkað sum, at hann fer at góðkenna báðar tvær. 

[object Object]Oljuframleiðsluskip Petrojarl Rosebank, sum longur liggur á oljuleiðini eystan fyri Føroyar og bíðar eftir avgerð hjá stjórnini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder