Tað mundi koma óvart á grøna orkuumhvørvið í Bretlandi, tá tað nú um dagarnar frættist, at nýggi bretski forsætisráðharrin Richie Sunak gjørdi greitt, at hann ætlaði ikki at fara til COP27 veðurlagsráðstevuna í Egyptalandi í hesum mánaðinum. Hann segði orsøkina vera mongu og stóru heimligu álvarsmálini hann mátti taka sær av.
Síðani hevur verið funnist at honum fyri hesa støðutakanina, ikki minst nú tað var Bretland, sum var vertur fyri seinastu veðurlagsráðstevnuna í Glasgow í fjør.
Hann grundgevur broyttu støðuna við, at veðurlagsbroytingarnar hava hægstu raðfesting, her ikki minst íløgur í varandi orku. Hann sigur eisini, at heimurin eigur at liva upp til og fullføra avgerðirnar í Glasgow um eina trygga og burðardygga framtíð.
Avgerðin hjá Sunak verður sera væl móttikin millum fleiri grønar orkupolitikarar, sum vísa á, at tað hevur týdning, at Bretland sum vertur fyri COP26 vísir leiðsluábyrgd, nú veðurlagskyndilin verður latin einum nýggjum vertslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald