Hann er partur av sera umfevnandi og ambitiøsu almennu verkætlanini “Orion”, sum fevnir um vindmylnulundir, vetnisframleiðslu, fangan og goyman av CO2 og elektrifisering av olju- og gasspallum eystan fyri føroyska markið. Nú er hann komin til Føroya at greiða frá spennandi verkætlanini og kanna møguleikar fyri samstarvi.
Tað er ein sannroynd, at hjá okkara næsta granna Hetlandi verður í dag lagdur stórur dentur á ætlanir at gera Hetland til leiðandi í heiminum innan grøna orkuskiftið, um somu tíð sum stig verða tikin til at minka um útlátið frá bæði verandi og komandi olju- og gassframleiðslu, eitt nú við føroyska markið. Endamálið er at gera Hetland til ein “Energy Hub” í Norðuratlantshavi.
Komandi dagarnar verða eisini føroyingar kunnaðir um hesar spennandi ætlanir, tá ein av oddamonnunum aftanfyri verkætlanina “Orion” kemur á vitjan í Føroyum. Talan er um Gunther Newcombe, sum hevur drúgvar royndir frá bretskari orkuvinnu, í mong ár hjá oljufelagnum BP, síðani sum stjóri í almennu oljufyrisitingini Oil and Gas Authority, sum umsitur øll leitiloyvi og framleiðslur á bretska landgrunninum og í dag sum ráðgevi hjá stóru almennu orkuverkætlanini í Hetlandi.
Tað er FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, sum hevur boðið kenda orkumanninum til Føroya. Hann skuldi koma til landið fyri tveimum árum síðani, men tá forðaði korona hesum. Nú kemur hann so til Føroya fyri at hava almennar fyrilestrar á Atlantic Fair vinnustevnuni í Klaksvík og í fyrilestrarhølunum Bakkastovu í Kaffihúsinum í Havn. Hann fer eisini at hitta umboð fyri ymsar orkumyndugleikar og stovnar so sum Umhvørvisstovuna og SEV og vindmylnulundina á Húsahaga og Jarðfeingi eins og støkka inn á gólvið hjá landsstýrismanninum í umhvørvis-, orku- og vinnumálum, Magnus Rasmussen.
Umframt at greiða frá framtíðar orkuverkætlanunum í Hetlandi við vindorku, vetni, goymslu av CO2, elektrifisering av olju- og gasspallum, fer hann eisini at kanna møguleikarnar fyri orkusamstarvi millum Hetland og Føroyar og Skotland. Í hvønn mun Hetland kann læra av føroyskum royndum og øvugt. Um grundarlag er fyri eini líknandi gongd í Føroyum sum í Hetlandi - einum føroyskum orkuhubbi. Eisini um og nær farast kann undir eitt ítøkiligt samstarv millum oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavi í sambandi við havvindorku og við eitt nú flutningi av streymi til og frá meginlandinum og framleiðslu og útflutningi av vetni.
Og sum leiðari av útbjóðingum til leiting eftir kolvetnum á bretska landgrunninum í fleiri ár, hevur hann helst eisini onkur góð ráð at geva fólkunum á Jarðfeingi, sum hvønn dag royna at rudda slóð fyri nýggjari leiting á føroyska landgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald