Í farnu viku tók orkufyritøkan Effo flest allar føroyingar á bóli, tá ein eftir føroyskum viðurskiftum risastór vindmylnulund kom undan kavi fyri fyrstu ferð. Effo hevur nevniliga í umbúnað at seta upp 24 stórar vindmyllur í Eysturoynni. Hesar skulu vera við til at gera Føroyar meira grønar og minni heftar at olju og harvið minka um CO2 útlátið. Tað skal so eisini gerast eitt týðandi íkast til málið at røkka minking í útlátinum longu innan 2030.
Ætlanin er at taka orkulundina í brúk um trý ár og skal hon tá veita orku til størstu vinnufyritøkurnar í Eysturoynni við orkuslúkinum Havsbrún á odda. Umframt at veita grøna orku til vinnuna í oynni og harvið minka munandi um nýtsluna av tungolju og gassolju er ætlanin í framtíðini eisini at skapa eitt grundarlag fyri framleiðslu av vetni og brennievnum til skipaferðsluna.
Nú “trendurin” fyri vindorku í okkara grannalondum í stóran mun er at fara til havs við vindmyllum, spurdi orkan.fo leiðaran fyri varandi orku hjá fyritøkuni, Heina Ellingsgaard, um EFFO eisini hevur ætlanir at fara til havs seinni. Til tað sigur hann avgjørdur, at vit eiga fyrst at byggja út á landi, har tað finnast góðar umstøður. Hann vísir eisini á, at útbygging við vindmylnulundum til havs er væl dýrari sum nú er.
-Vit mugu royna at brúka tey røttu og góðu økini á landi, áðrenn vit fara til havs sigur hann og við hesum sipar Heini Ellingsgaard m.a. til økið á eystursíðuni á Eysturoynni nærhendis Lamba, sum eitt av hesum økjum.
Orkan.fo skilur eisini, at royndirnar, sum Effo og Røkt hava gjørt við vindmyllunum á Gellingarkletti hetta fyrsta árið, eru so mikið góðar, at til ber at siga, at mátturin, sum er fingin burtur úr svarar væl til ta orku, sum ein vindmylnulund til havs hevði kunnað givið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald