Fyri at fáa góðkenningina hava feløgini lagt seg eftir 1,5 málinum, sum vísindafólk hava rátt til. Umframt at fráboða útlátið árliga, skulu fyritøkurnar eisini máta, fráboða og minka vav 3 útlátið.
Bakkafrost, Føroya Tele og MBM fingu teirra mál góðkend av SBTi fyrr í 2023.
11 av teimum 12 feløgunum í átakinum høvdu eina samlaða minking í scope 1 og 2 GHG útláti millum 2020 og 2022 (2023 er ikki tøkt enn), við størstu minkingini tey bæði árini frá Føroya Tele og SMJ – bæði feløgini hava bundið seg til at fáa vav 1 & 2 útlátið til netto 0 innan 2030.
Nærri kunning um gongdina í átakinum verður tøk í næstum, siga stigtakararnir.
Fleiri upplýsingar um átakið: Burðardygt Vinnulív.
Fleiri upplýsingar um: Skyldur, sum feløgini hava samtykt.
Fleiri upplýsingar um: Science Based Targets Initiative.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald