Burðardygt Vinnulív hevur hóskvøldið vunnið flotta virðisløn á Edie Awards 2023 í London í samband við, at verkætlanin var tilnevnd í bólkinum “Partnership and Collaboration of the Year.”
Í kappingini millum níggju onnur tilnevnd frá øllum heiminum, fór Burðardygt Vinnulív avstað við flotta virðislønini í bólkinum Partnership and Collaboration of the Year. Hetta er ein sera stórur heiður og herðaklapp til Burðardygt Vinnulív! At vinna ein tílíkan heiður er sannroynd um, at stóra arbeiðið og úrslitið, ið verkætlanin á triðja ári nú leggur eftir seg av sonnum vísir sítt virði.
“Vit eru ómetaliga glað og stolt yvir at hava vunnið The Partnership and Collaboration Award. Hesin heiðurin er prógv um, at vit eru á rættari leið og hava gjørt eitt megnar arbeiði innan burðardygga økið.” Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív.
Føroya Tele er ein av tólv fyritøkum í Burðardygt Vinnulív, og umboðandi samtakið luttóku Jan Ziskasen, samtaksstjóri, Eva Skeel Nolsø, Produkt-og marknaðarstjóri og Brian Rasmussen, leiðari á Byggideildini á tiltakinum í London hóskvøldið og vóru somuleiðis við at taka móti virðislønini.
Tær tólv stovnandi fyritøkurnar í Burðardygt Vinnulív eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele (Faroese Telecom), Gist og Vist, JT electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.
Hetta er 16. árið, at skipað verður fyri Edie Awards. Talan er um størstu burðardyggu virðislønina í Bretlandi, ið heiðrar grøn frambrot í mun til eitt nú átøk, verkætlanir og hjá fyritøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald