2021-03-17 16:43
Burturbrenning av avlopsgassi á oljupallum í bretska partinum av Norðsjónum minkaði við 22% í 2020. Hesi tølini verða væl móttikin, nú miðvísar royndir í sambandi við veðurlagsdálkingina verða gjørdar til tess at minka um burturbrenningina, sum er við til at dálka umhvørvið.
Gassið, sum er brent í bretska partinum av Norðsjónum í fjør, svarar til upphitingina av 200.000 húsarhaldum. Talan er her um lægstu burturbrenningina av gassi nakrantíð upplýsir Oil and Gas Authority, sum umsitur mongu leiti- og framleiðsluloyvini á bretska landgrunninum.
Ein av orsøkunum til minkingina eru royndirnar hjá myndugleikunum at fáa oljufeløg at taka málið í størri álvara og gera sítt til at minka um burturbrenningina. Og her verður ikki minst hugt til norsku royndirnar á økinum.
Í Norra er ikki loyvt oljufeløgum at brenna gassið umborð á oljupallum, einasta undantak er, um tað hevur samband við trygdina. Røddir eru annars frammi um heilt at banna burturbrenning av gassi á oljupallum til havs innan 2030.
Samanbera vit við aðrar partar av heiminum, har oljuframleiðsla fer fram, er Norðsjógvurin við londum sum Norra og Hálandi, eitt fyridømi um, hvussu farast skal fram. Tískil verður t.d. Norra við tess royndum og vitan, brúkt sum fyridømi av fleiri londum eitt nú í Afrika og Asia, til tess at minka um burturbrenningina og heilt at steðga hesi í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald