Hetta var høvuðsboðskapurin hjá búskparfrøðinginum Johnny í Grótinum á orkuráðstevnuni í Vágum herfyri. Hann mælti til at áseta CO2 avgjald í Føroyum.
Ein av spurningunum á orkuráðstevnuni “Varandi Heimur” í Vágum herfyri var nevniliga at áseta CO2 avgjøld í Føroyum til tess at kunna fremja grøna orkuskiftið. Hetta tóku serstaklig atveir av luttakaranum undir við, Johnny í Grótinum og Bogi Bech Jensen.
Undir yvirskriftini “LAT ÓSJÓNLIGU HONDINA GERA OKKUM GRØN” varð boðskapurin hjá øðrum teirra, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, at vit í Føroyum sum marknaðarbúskapur í størri mun eiga at brúka búskaparlig insitament til at fremja grønu umleggingina.
Í hesum sambandi vísti hann ítøkiliga til at seta í verk eitt høgt einsháttað CO2-gjald við fullari ávirkan frá 2030, sum fer at geva brúkarum ískoyti til at fara yvir til varandi loysnir grundaðar á streym. Loysnirnar eru tøkar á landi, hinvegin mugu botnfrádráttir gevast í skipaflotanum. Íløgur hjá húskjum og virkjum fyri 2,5 mia.kr.
Harnæst mælti búskaparfrøðingurin til at gera stór almenn altjóða útboð av framleiðslu av varandi orku fyri tey komandi 5-10 árini í einum, fyri at skapa insitament til at gera stóru íløgurnar. Íløgur fyri 3 mia.kr.
Síðani at skapa marknað fyri sølu av reinari orku, sum verður latin ígjøgnum netið hjá almennu elfeløgunum, og á henda hátt eggja privatum orkuveitarum til at luttaka í umleggingini. Hetta manglar í nýggju elveitingarlógini vísti búskaparfrøðingurin á.
Seinast nevndi Johnny í Grótinum, at vit eiga at skapa gjøgnumskygdar og effektivar karmar fyri, at stórir vinnukundar hava møguleika sjálvir at umleggja/framleiða og selja reina avlopsorku gjøgnum almenna elfelagið (fyri netgjald).
-Gera vit ikki hetta, so halda vit bara fram við at vera heimsmeistarar í CO2-útláti pr. íbúgva og missa kappingarføri, tá útflutningsfyritøkur okkara ikki liva upp til krøvini uttan úr heimi.
(Fylgið eisini við í komandi greinum frá orkuráðstevnuni "Varandi heimur" á orkan.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald