Uttanlands

California alla elorku frá varandi orkukeldum í 2045

Amerikanski staturin California hevur sett sær fyri, at øll elveitingin í statinum frá 2045 skal koma frá varandi orkukeldum.

2018-09-18 10:31 Author image
Jan Müller
placeholder

 

Hann verður tá størsti búskapurin í heiminum, sum bindur seg til buturav at brúka varandi orkukeldur til at nøkta tørvin á elveiting. Guvernørurin í statinum, Jerry Brown hevur júst undirskrivað lóg, sum sigur, at staturin komandi 27 árini skal fara frá fossilum orkukeldum til 100% varandi orku.

Lógin krevur, at 50% av elorkuni í California skal koma frá reinum orkukeldum so sum vindi, sól og øðrum varandi orkukeldum longu í 2025 og 60% í 2030. Higartil hevur staturin annars havt sum mál at røkka 50% í 2030. Tað verður nú fimm ár fyrr. Ætlanin er eisini at ganga burtur frá orkuverkum, sum brúka fossil brennievni og sum útgera helvtina av orkuframleiðsluni, meðan varandi orkukeldur í dag telja ein triðing av framleiðsluni.

California ynskir at koma í somu støðu sum Ísland, sum í dag fær allan sín orkutørv til elveiting og upphiting av húsum nøktaðan frá geotermiskum verkum og vatnorkuverkum. Roknað verður við, at fleiri onnur lond fara at fylgja California og Íslandi í tess orkupolitikki.

Kelda: New York Times

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder