Innanlands

CO2-roknarin fyri 2024 er nú tøkur

Endamálið við CO2-roknaranum er at hjálpa fyritøkum, stovnum og øðrum við at rokna útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi skrivar Vinnuhúsið

2025-02-17 15:23 Author image
Jan Müller
placeholder

At fyritøkur rokna egið útlát av vakstrarhúsgassi er vorðið alt vanligari. CO2-roknarin, sum nú er tøkur fyri 2024, ger tað lættari hjá fyritøkum og øðrum at náa hesum endamáli. Hann gevur nágreiniliga mynd av útlátinum og kann eggja fyritøkum at seta átøk í verk skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu. 

Í Føroyum eigur vinnan stóran part av orkunýtsluni, og tí er CO2-roknarin hent amboð hjá vinnuni at brúka. Fyri tað fyrsta, tí tað hevur týdning at kenna egið útlát, og fyri tað næsta, tí tað verða alsamt strangari krøv sett til útlát og burðardygd.

Burðardygd er tí ikki bara ein umhvørvislig avbjóðing, men eisini fortreyt fyri kappingarførið hjá alsamt fleiri fyritøkum. Strangari krøv og herd lóggáva merkja, at tað er neyðugt at prógva, at virksemið er burðardygt mótvegis bæði kundum, íleggjarum, samstarvsfelagum og myndugleikum.

CO2-roknarin, sum kom út á fyrsta sinni í 2022, kann takast niður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her.

Samstarv ger burðardygd lættari
At arbeiða við burðardygd kann tykjast krevjandi, og ofta hava fyritøkur somu avbjóðingar á hesum øki. Tí kann tað vera stórur fyrimunur at netverka um burðardygd, har fyritøkur samstarva, deila vitan og læra frá hvørjum øðrum.

Tað er júst tað, sum endamálið er við netverkinum Varandi Vinna, sum Vinnuhúsið hevur sett á stovn. Longu nú eru 30 fyritøkur við í netverkinum, og pláss er fyri fleiri. Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella limir í øðrum arbeiðsgevarafelagi.

Kelda: Vinnuhúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder