Uttanlands

COP28 broytir einki í Norra

Heimsins lond eru samd um at flyta seg burtur frá fossilum brennievnum. Men hetta fer ikki at merkja, at Norra skal til at broyta sín egna olju- og gasspolitikk.

2023-12-22 14:58 Author image
Jan Müller
placeholder

-Henda avtalan broytir einki fyri Norra. Vit hava fleiri møguleikar at røkka málum um at minka um útlát, eitt nú C02 “prícing" og klimakvotur. Hetta sigur norski olju- og orkuráðharrin Terji Aasland við E24. Hann vísir á, at ein “útfasing” av fossilum brennievnum fer at henda av sær sjálvum. Tað hendir spakuliga men sikkurt. 

-Framleiðslan minkar. og vit hava sagt, at vit vilja arbeiða ímóti einum ov brádligum  falli  í framleiðsluni. Tað gera vit við at menna norska olju og gass. Evropa fer at hava tørv á  nógv meira orku i framtíðini.

Felagið hjá norsku orkuvinnuni "Offshore Norge  hevur um somu tið sum ráðstevnan er liðug lagt fram nýggj tøl fyri íløgur í olju og gass uppá 240 mia. kr. í 2024, ein vøkstur uppá 9% frá verandi ári.
 
Støðan hja Norra sum oljuframleiðari og eitt land, sum vil hava broytingar, var eisini nógv frammi í Dubai. Eitt nú vísti Bolivia á, at lond sum Norra tosa at minka um olju og gass samtíðis sum framleiðslan heldur fram sum áður.

Í Norra eru sum vera man fleiri ymsar meiningar um støðuna hjá Norra sum orkufrmaleiðari nú eftir COP28. Hóast stjórnin ikki metir, at COP28 semjan broytir nakað, nú Norra kortini hevur ein politikk, sum leggur seg eftir at minka útlátið av C02 á ymsan hátt eitt nú við útbygging av varandi orku við elektrifisering, fangan og goymslu av CO2, so heldur SV flokkurin, ið vanliga er stuðulsflokkur hjá minnilutastjórnini, at Norra eigur at gera meira fyri at minka um olju- og gassvirksemið.

-Uttanríkisráðharrin sigur, at avtalan í Dubai er søgulig. Men tað verður hon bara, um einstøku londini liva upp til hana og fremja tiltøk, sum minka um bæði nýtslu og framleiðslu av fossilum brennievnum, sigur umboðið hjá SV í veðurlagsmálum, Haltbrekken.  Hann fær stuðul frá fleiri umhvørvisfelagsskapum, sum vilja hava stjórnina at steðga nýggjari leiting.

Hann  er ósamdur við oljuráðharan, tá hann sigur, at Norra eigur at  gera stórar iløgur nú fyri at taka broddin av eini niðurgongd, sum fer at raka hart, tá hon kemur. Hann.sigur, at Norra má taka málið í álvara og steðga allari nýggjari leiting. Enn ein stórtingslimur, Ola Elvestuen frá Vinstra heldur, at nýggja veðurlagsavtalan eigur at hava við sær broytingar í norska oljupolitikkinum.

Norski uttanríkisráðharrin, sum stóð á odda fyri norsku sendinevndini til COP28 sigur við E24, at Norra má arbeiða skjótari fyri at røkka málunum í avtaluni.

-Hetta merkir, sigur hann,  at vit saman við okkara evrpeisku partnarum mugu arbeiða enn skjótari við umskifti av allari orkunýtslu. Nýtsla  og framleiðsla eru partur av tí sama. Við at skifta til alternativar orkukeldur fer tørvurin á  framleiðslu av olju at minka stigvíst. Hann heldur, at  fyri Norra sum størsti framleiðari av orku í Evropa er týdningarmikið, at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder