Innanlands

Seinna turbinan á elverkinum í Botni eisini sløkt

Bjarni Johansen trýsti á knøttin mánadagin. Arbeiðið at dagføra elverkið hjá SEV í Botni er byrjað, og tað tekur væntandi eitt ár: So eru tvær nýggja turbinur settar upp, og elverkið koyra aftur

Verkmeistari Jóanes Norðberg og borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen vóru í Botni, tá turbina 2 bleiv sløkt mánadagin. Harvið koyra tær gomlu ikki longur

Verkmeistari Jóanes Norðberg og borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen vóru í Botni, tá turbina 2 bleiv sløkt mánadagin. Harvið koyra tær gomlu ikki longur

2024-04-25 18:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 22. apríl klokkan 14.00 bleiv turbina 2 á elvekinum í Botni sløkt. Nú eru báðar turbinurnar á elverkinum í Botni sløktar. Turbina 1, ið er ein Pelton turbina, bleiv sløkt 1. apríl í ár.

Les eisini: Turbina 1 í Botni er nú støðgað

Verkmeistari Jóanes Norðberg og borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen vóru í Botni, tá turbina 2 bleiv sløkt. Tað var Bjarni Johansen, sum fekk heiðurin at sløkkja turbinu 2. Turbina 2 er av merkinum Francis og hevur koyrt síðan 20. mai í 1966, og nú hon bleiv slókt, hevur hon koyrt í 58 ár.

[object Object]

Arbeiðið at dagføra elverkið hjá SEV í Botni er byrjað. Arbeiðið tekur væntandi eitt ár, so eru tvær nýggja turbinur settar upp, og elverkið koyra aftur.

- Á heimasíðuni hjá SEV siga tey, at tá ein stendur í Botni og hyggur at stóra betongbygninginum frá 1921, má ein bara undrast á, hvussu hetta hevur borið til uttan vegasamband í Botn. Og leggjast kann afturat, at um bygt bleiv ídag, hevði byggitíðin helst verið nakað tann sama.

Vágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder