Innanlands

Greina oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum

Aftur í ár er nógv orka løgd í at greina oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum í ársfrágreiðingini hjá Sjókovanum, sum verður løgd fram í Smæruni mánadagin

2024-04-12 13:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur fingið til vega frá reiðaríum, er greining gjørd av oljunýtsluni í ymisku skipabólkunum frá 2019 til 2023. Í ár eru bólkur 4 og 4T lagdir afturat greiningunum. Eisini inniheldur ársfrágreiðingin eina oljuprísfølsemisgreining fyri ymisku skipabólkarnar.

Úr frágreiðingini verður m.a. staðfest, at í miðal fingu føroysk skip 7,5 kg fyri hvønn litur av olju í 2023, sum er væl meira enn undanfarin ár.

Eisini verður staðfest, at oljueffektivastu skipabólkarnir eru nótaskip og stórir útróðrarbátar við umleið somu oljunýtslu fyri hvørt kilo av fiski, meðan avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju er nógv størst fyri útróðrarbátarnar. Sí víðari tíðindaskriv frá Sjókovanum um tiltakið:

Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2023 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn, mánadagin tann 15. april kl. 9.30. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, bjóðar vælkomin, áðrenn frágreiðingin verður løgd fram. Dyrnar lata upp kl. 9.00. Kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.

 

Visti tú,

  • at føroyska heildarveiðan ongantíð hevur verið so stór sum í 2023 og er økt meira enn 30% frá 2022 til 2023?
  • at avreiðingarvirðið fyri nóta- og ídnaðarskip øktist við einum fjórðingi í 2023, meðan tað minkaði við einum triðingi fyri flakatrolararnar?
  • at triði hvør løntakari á fiskavirkjum er úr útlandinum?
  • at í miðal fingu føroysk skip 7,5 kg fyri hvønn litur av olju í 2023, sum er væl meira enn undanfarin ár?
  • at oljueffektivastu skipabólkarnir eru nótaskip og stórir útróðrarbátar við umleið somu oljunýtslu fyri hvørt kilo av fiski, meðan avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju er nógv størst fyri útróðrarbátarnar?

 

Hesi viðurskifti og nógv onnur viðurskifti verða lýst í ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2023. Ársfrágreiðingin fyri 2023 verður løgd á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.

Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum og tilmælini frá Havstovuni og ICES.  

Aftur í ár er nógv orka løgd í at greina oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum. Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur fingið til vega frá reiðaríum, er greining gjørd av oljunýtsluni í ymisku skipabólkunum frá 2019 til 2023. Í ár eru bólkur 4 og 4T lagdir afturat greiningunum. Eisini inniheldur ársfrágreiðingin eina oljuprísfølsemisgreining fyri ymisku skipabólkarnar.

Tiltakið verður í Smæruni mánadagin 15. Apríl kl. 09.30. Á tiltakinum bjóðar Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, vælkomin. Síðani leggja starvsfólk á Sjókovanum ársfrágreiðingina fram. Dyrnar lata upp kl. 9.00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna. 

Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku á heimasíðuni hjá Sjókovanum.https://www.sjokovin.fo/tilmelding


Sjókovin er sjálvstøðugur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, hvørs endamál er at stimbra burðardygga menning í fiski- og alivinnuni, og at kunna almenningin um viðurskifti í hesum vinnum.

[object Object]


Kelda: Sjókovin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder