Uttanlands

Danir gera grøna avtalu um landbúnaðin

Sum fyrsta landið fer Danmark nú at seta í verk tiltøk, sum skulu avmarka negativu avleiðingarnar frá landbúnaðinum á bæði náttúru og umhvørvi, lívið í sjónum og veðurlagið. 

2024-06-26 13:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað eru teir tríggir stjórnarflokkarnir við undirtøku frá landbúnaðar- og náttúrufriðingarfeløgum, sum hava tikið stig til avtaluna, ið ber í sær, at álagt verður landbúnaðinum at rinda eitt CO2 avgjald frá 2030. Avgjaldið verður 120 kr. fyri tonsið av CO2 og verður prísurin hækkaður til 300 kr. í 2035.

Avtalan inniber eisini, at 20% av landbrúksjørð og aðrari óbrúktari jørð verður friðað og skulu m.a. plantast trø. Brúk av eitrandi evnum sum pestisidum  verður bannað ella avmarkað. Hetta verður gjørt fyri at verja lívið í sjónum og áum. Nógvir firðir í Danmark eru eitraðir av dálkandi evnum sum køvievni frá landbúnaðinum soleiðis, at fiskasløg eru oydd.

Sum heild verður tikið undir við avtaluni, sum kemur eftir at aðrir partar av vinnuni, eitt nú ídnaðurin eisini hevur góðtikið eitt CO2 avgjald. Tó er greitt, at avtalan fer at hava við sær  færri arbeiðspláss í landbúnaðinum. Avtalan fer serstakliga at skerja talið av neytum. 

Í sambandi við avtaluna verður stovnaður ein grunnur, sum skal veita fígging til træplantan og at leggja um landbúnaðarjørð til náttúruøki. 

Samanumtikið skal avtalan verja veðurlagið, náttúruna og lívið í sjónum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder