Uttanlands

Danir settu met í streymnýtslu í fjør

Samanlagt var talið 38,4 terawatt-tímar - sambært Energinet var nýtslan fimm prosent hægri enn fyrrverandi metárið 2021

2025-01-10 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2024 nýttu danir streym sum ongantíð fyrr. Met varð sett við einari nýtslu á samanlagt 38,4 terawatt tímar (TWh).

Hetta var fimm prosent hægri enn metárið í 2021 (36,8 TWh). Í 2023 var nýtslan 36,1 TWh.

Fleiri elbilar og hitapumpur hava sín leiklut, sigur Mads Brøgger frá Norlys.

Miðal elprísurin í Danmark var eisini tann lægsti síðani 2020. Her hevur vindur eisini hjálpt til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder