Innanlands

Danir søkja sær íblástur á maritima útbúgvingarøkinum í Føroyum

Broytingartíðir á maritima útbúgvingarøkinum

Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, sum luttekur á spennandi Jobmatch tiltakinum fríggjadagin

Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, sum luttekur á spennandi Jobmatch tiltakinum fríggjadagin

2018-12-27 14:45 Author image
Jan Müller
placeholder


Í síðstu útgávu av danska tíðarritinum "LEDERNE SØFART" verður róð fram undir, at nógv er at læra av maritimu skipanunum, ið verða mentar og settar í verk í Føroyum. Tann fyrsta varð sett í verk í 2015. Hetta er ein smidlig og elegant aspirantskipan fyri navigatørar, ið tekur trý ár - snikkað til eftir nútíðar vinnuligum tørvi og lívsvirðum hjá umgdómi okkara.

Teir fyrstu aspirantarnir vórðu lidnir á sumri 2018 við prógvi og vinnubrævi. Klárir at smíða sær eyðnuna eftir teirra leisti.

Seinna skipanin fyri maskinmeistarar, sum varð sett í verk á sumri 2018, sær eisini lovandi út.

Út yvir hesar grundskipanir, verða BSC skipanir settar í verk fyri maskinmeistarar og navigatørar, ið koma at geva atgongd til ta donsku akademisku verðina. BSC skipanirnar eru mentar í tøttum samstarvi við Setrið.

Hetta er tað, ið ungdómurin í dag vil hava vissu fyri, at tilber at lesa víðari.

Vinnuháskúlin verður at hitta á Jobmatch í morgin 28.12.2018.


Sí leinki hjá LEDERNE SØFART:

 

https://www.lederne.dk/soefart/forside/nyheder/artikler/2018/uddannelse-kolon-%20et%20friskt%20pust%20fra%20færøerne/​

 

 


 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder