Danmark hevur í vikuni tikið avgerð um at loyva einari russiskari gassleiðing at ganga gjøgnum økið sunnan og eystan fyri Bornholm. Talan er um Nord Stream 2, sum nógv stríð hevur verið um í longri tíð. Hon skal flyta russiskt gass til Evropa. Spurningurin er vorðin ikki sørt av eini geopolitiskum trætumáli. Øðrumegin stendur Týskland, sum hevur tørv á gassinum, og síðani Rusland, sum kann lata gassið. Hinumegin standa ymisk áhugamál í ES, sum ikki vilja vera bundin at russiskum gassi eins og USA, sum ber ótta fyri tí valdi, sum Rusland fær við hesi gassleiðingini. Aftrat hesum koma so øll tey, sum halda tað vera burturvið at loyva eini slíkari gassleiðing, nú fleiri síggja olju og gass, har piparið grør.
Í 2017 heitti táverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen á ES um hjálp í málinum. Danir ynsktu ikki at siga nei til rørleiðingina uttan so, at ES tók undir við hesum. Alt hetta er so endað við, at Nord Stream 2 hevur fingið grønt ljós frá Danmark. Orsøkin er so fyrst og fremst tí, at Rusland avgjørdi at flyta gassleiðingina, soleiðis at hon ikki kundi sigast at vera til vanda fyri trygdini í Danmark. Orkuráðið gav loyvið út frá umhvørvisligum sjónarhorni.
Í Danmark er tað serstakliga Einheitslistin í danska fólkatinginum, sum vísir sína mótstøðu og ónøgd. Umboð fyri flokkin sigur, at tað gevur onga meining at góðkenna slíka rørleiðing uttan at taka hædd fyri avleiðingum fyri verðurlagið. Tað sigur, at henda avgerðin er beinleiðis í andsøgn til París veðurlagsavtaluna. Tá danski sosialdemokratiski flokkurin var í andstøðu, var hann ímóti at góðkenna rørleiðingina.
USA hevur gjøgnum sín sendimann í Danmark longu mótmælt avgerðini. Sagt verður, at talan er ikki um eina búskaparliga rørleiðing men heldur um eina politiska, sum gevur Ruslandi valdið í Evropa í framtíðini. Russiski forsetin tekur haraftrímóti væl ímóti avgerðini og rósar Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald