
Hetta hevur fingið búskaparligu vísmenninar at mótmæla harðliga skrivar DR á síni heimasíðu. -Henda avgerð fer at gera tað dýrari og seinka grønu gongdini siga teir og seta spurnartekin við, um stjórnin í heila tikið ætlar at fremja sín egna politikk á grøna økinum. Teir vísa á, at við hesi avgerðini kann henda, at fiskimenn fara at taka tað sum givið, at avgjaldið heldur ikki fer at koma um fimm ár.
Tað er Jette Bredahl Jacobsen, sum er limur í formansskapinum í Búskaparliga ráðnum, sum ráðgevur stjórnini, ið finst harðliga at avgerðini. Fiskimálaráðharrin Jacob Jensen sigur, at orsøkin til útsetingina er tann, at fiskivinnan skal hava møguleika at laga seg til grøna skiftið og at grøna tøknin, sum finst í dag enn ikki er nóg búgvin til at leggja um frá diesel til grøna orku.
Víst verður tó á, at um fiskivinnan ikki longu nú verður partur av grøna orkuskiftinum, so fer hon ikki at fáa neyðuga íblásturin til at leggja um.
Fiskimálaráðharrin sigur, at fiskivinnan ikki hevur nakran týðandi leiklut í klimakreppuni. Sambært DTU stendur fiskivinnan fyri 0,4% av samlaða útlátinum í Danmark. -Tað útlátið, sum kemur frá fiskivinnuni, hevur ein sera sera lítla týdning í mun til tað samlaða CO2 roknskapinum sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald