Innanlands

Danska Vestas fegnast um føroyskan vindmyllusáttmála

Hjá Vestas eru tey errin av at vera partur av varandi orkuloysnini í Føroyum

2021-04-14 17:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú um dagarnar fekk felag undir stovnan hjá Vindrøkt og Effo loyvi til at sera vindmyllur upp á Gellingarkletti í Suðurstreymoy. Talan er um 25 MW vindmylnulund, sum verður sett upp nærhendis Havnini.

Tilsamans seks vindmyllur av slagnum V117-42 verða settar upp í nýggja vindmylnuøkinum. Hesar fara sambært  Vestas meira enn at tvífalda um samlaðu vindorkuna í Føroyum. Vindmylllurnar koma til Føroya seinast í hesum árinum. Vestas hevur so eisini bundið seg til at veita tænastur í sambandi við verkætlanina komandi 20 árini. 

- Vit eru sera fegnir um at arbeiða saman við Røkt og Effo sigur Juan Furones, varaforseti fyri sølu hjá Vestas í Norður- og Miðevropa. Hann sigur víðari, at nú Føroyar hava sett sær sum mál at nøkta tørvin á streymi innan 2030 við varandi orku, so er ein verkætlan sum henda tann rætta at røkka málinum.

- Vit í Vestas eru ernir av at vera partur av varandi orkuloysnini í Føroyum. Johan í Niðristovu, stjóri í Røkt sigur í tíðindaskrivi frá Vestas, at Røkt var fyrsta fyritøkan í Føroyum at fara undir lønadi framleiðslu frá vindmyllum. Hetta var í 2003, tá vit gjørdu av at arbeiða saman við Vestas, so vit eru sera nøgd við at kunna halda fram við tí samstarvinum við dagsins sáttmála.

Janus Thomsen, stjóri í Effo sigur, at sum veitari av orku í Føroyum seinastu 100 árini hevur Effo lagt seg eftir at menna og seta í verk nýggjar burðardyggar loysnir fyri kundarnar.

[object Object]Janus Thomsen, stjóri í Effo, sum saman við Vindrøkt, stendur fyri verkætlanini (Mynd: Sverri Egholm)

- Tí eru vit sera fegnir um, at henda verkætlanin saman við Vestas nú er farin av bakkastokki. Við hesi verkætlan ber til at økja um streymframleiðsluna frá varandi orkukeldum úr 40 uppí 67%. 

Tað var annars sama Vestas, sum á sinni lat Røkt vindmyllur at seta upp í Vestmanna. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder