Skotland man vera eitt tað fremsta landið í heiminum at seta upp vindmyllur bæði á landi og til havs. Tað fer ikki dagur, at sáttmálar um nýggjar vindmyllur verða gjørdir.
So var eisini í vikuni, tá danski vindmylnuframleiðarin Vestas vann útbjóðing av nærum hálvthundrað vindmyllum til fyritøkuna Brockwell Energy í North Kyle í suðurskotlandi. Vestas skal eisini hava viðlíkahald av myllunum komandi 30 árini. Uppsetingin byrjar um eitt ár og verður liðug móti ársenda í 2025.
Umleið 3 mia. kr. verða brúktar til nýggju verkætlanina, sum liggur í einum øki, har tað fyrr var kolanámsvinna. Við hesi verkætlanini fer økið vónandi aftur at kunna síggja framgongd.
Tá vindmylnulundin fer í gongd skal hon kunna framleiða streym til 163.000 húsarhald og harvið eisini verða eitt týðandi stig á leiðini at røkka málinum um null útlát.
Kelda: Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald