Uttanlands

Donsk vindorka til 1,6 mió. húsarhald í Bretlandi

Heimsins longsti streymkaðal fer at binda saman elnetini í Danmark og Bretlandi fyri fyrstu ferð

2023-12-29 17:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Við at binda netini í binda netini í báðum londum hvør síni megin Norðsjógvin koma mongu donsku vindmyllurnar bæði fyri vestan og norðan í Danmark til sín rætt. Nú kann avlopsstreymurin sendast til Bretlands og har vera við til at veita streym til milliónir av húsarhaldum. Umframt kaðalin á havbotninum fer ein sonevndur “interconnector” í Keypmannahavn at gerast ein týðandi partur av hesi stóru grønu verkætlanini.

[object Object]

Elkaðalin, Viking Link, er 765 kilometrar langur og fer hann at geva danskari vindorku møguleika at kappast við vatnorku úr Norra á bretska streymmarknaðinum. Væntandi fer verkætlanin liðug útbygd í 2025 at veita streym til 2,5 mió. húsarhald í Bretlandi.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder