Hetta kom fram í kjaksendingini á DR, P1 Debat fyrrapartin, har ótryggu viðurskiftini millum ES, Nato, USA øðrumegin og Russland hinumegin vórðu á breddanum.
Russland hevur í løtuni 100.000 hermenn á venjingarlegu við ukrainska markið, og Vesturheimurin ber ótta fyri, at Putin fer at geva síni hermegi boð um at gera innrás í Ukraina. USA hevur higartil hótt við at seta í verk ógvuslig tiltøk móti Russlandi, um Putin ger álvara av at gera innrás. Putin hinumegin sigur, at talan er um venjingar, og at hann ætlar sær ikki at gera innrás í grannalandið. Hann krevur samtíðis, at Vesturheimurin gevst við at tosa um at gera lond, sum liggja upp at markinum við Russland, til limir í Nato. Vesturheimurin hinvegin sigur, at Russland kann ikki leggja seg út í, hvørjar felagsskapir tess grannalond gerast limir av.
Nýggja Nordstream 2 gassleiðingin millum Russland og Týskaland fyllur nógv í orðskiftinum millum Vesturheimin og Rusland um aktuellu og spentu støðuna í Ukraina og øðrum eysturevropeiskum londum
Frammaliga í orðaskiftinum í løtuni er at gera álvara av at brúka sonevnda gassvápnið í stríðnum móti Russlandi. Tvs. at Evropa skal hótta Russland við at seta forboð fyri gassinnflutninginum úr Russlandi og byrja við at forða fyri at taka ímóti gassi frá Nordstream 2 leiðingini úr Russlandi.
Hetta kom týðiliga fram í DR sendingini fyrrapartin, har flestu luttakararnir, m.a. núverandi og fyrrverandi danskir politikarar tóku undir við uppskotinum um at byrja skerjingar av gassinnflutningi úr Russlandi. Russiski búskapurin er sera bundin at hesum útflutningi og kann illa vera hann fyriuttan, uttan at tað fer at skaða búskapin álvarsliga.
Víst verður eisini á, at tað er einki meira enn náttúrligt at minka um gassinnflutningin og harvið fara undir at menna grønu orkuna í Evropa. Tað er tó eisini ein sannroynd, at Evropa tørvar russiskt gass, so hóttanin um at brúka gassvápnið kann eisini gerast ein boomerang fyri fleiri lond í Evropa.
Samanumtikið telur veitingartrygdin hjá londum í Evropa alt meira í orðaskiftinum. Og spurningurin er nú, hvørvítt Vesturheimurin fer ella er samdur um at brúka gasskortið í telvingini við Russland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald